Forvitnislig skrá fyri aliráðstevnu

Skráin fyri árligu alirástevnuna er nú klár. Hesaferð hevur Havbúnaðarfelagið bjóðað fýra fólkum úr útlondum at greiða frá ymiskum viðurskiftum innan aling. Harumframt fara fleiri føroyskir granskarar at greiða frá sínum granskingarúrslitum.

Tað sigur Vinnuhúsið, sum vísir á, at aliráðstevnan verður hildin fríggjadagin hin 22. februar á Hotel Føroyum.

Nakrir afturvendandi tættir hava verið seinastu árini, og hesuferð fer Ragnar Nystøyl, leiðari hjá Kontali Analyse í Noregi, at greiða frá um marknaðarútlitini í 2013.

Lill-Heidi Johansen frá NOFIMA fer at greiða frá nýggjastu granskingini innan IPN og koppseting, og Linda B. Jensen frá Skretting fer at greiða frá um Integrated Pest Management.

- Eisini fer Hamish Rodger, djóralækni úr Írlandi, at røða um eina ávísa toknusjúku (AGD), ið serliga ger sum seg í Bretlandi.

Vinnuhúsið sigur, at Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, fer at halda fyrilestur um "gaping" í laksi. Ása hevur skrivað eina phd-verkætlan um hetta evnið.

Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, fer at umrøða fiskaheilsustøðuna í Føroyum, og Rúni Dam fer eins og undanfarin ár at gera upp fiskagoymslur og metingar fyri komandi ár. Harumframt fer hann at gera upp, hvat alibrúk og hvør smoltstøð hevur staðið seg best í 2012.

- Gunvør á Norði, sum starvast hjá Fiskaaling, fer at greiða frá, hvussu alda ávirkar havbotnin undir alibrúkum, og Knud Simonsen, sum eisini starvast hjá Fiskaaling, fer at leggja fram úrslitini av eini granskingarverkætlan um streym- og alduviðurskifti kring Føroyar.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at seta aliráðstevnuna 2013 fríggjadagin tann 22. februar klokkan 9, og aftur í ár er Fiskaaling høvuðsstuðul.

- Tiltakið er ætlað starvsfólki í alivinnuni umframt teimum myndugleikum, ið varða av alivinnuni. Ráðstevnan kostar 900 krónur fyri hvønn luttakara, sigur Vinnuhúsið.