Forvitnislig verkstova um burðardygga matgerð við fiski

Verkstovan eydnaðist sera væl, og ætlanin er at skipa fyri fleiri verkstovum í hesum leisti. Sí myndir frá verkstovuni her

 

Í sambandi við Umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar kommunu varð skipað fyri forvitnisligari verkstovu farna týskvøld og hóskvøld í Perluni.

 

Verkstovan bar heitið, Frá sterti til táknir, ið er beinleiðis týðing frá ensku orðingini, “Fin to Gill”.

 

“Fin to Gill” er hugsjón um burðardygga matgerð við fiski, har alt á fiskinum verður gagnnýtt. Nógvir kokkar kring heimin fylgja hesi hugsjón, hvørs endamál er at økja virðingina fyri fiskinum og minka um óneyðugt matoyðsl.

 

Sunniva G. Mortensen, samskipari í Matkovanum, og Kári Kristiansen, kokkur, stóðu fyri verkstovuni, og tey høvdu fingu tosk og lýra frá familjufyritøkuni, Ra-fish, sum eigur og rekur útróðrarbátin, Heykur TG-629.

 

Á verkstovuni vísti Kári luttakarunum, hvussu mann haggreiðir ein útróðrarfisk, og hvussu mann kann gagnýta ymsu partarnir á fiskinum til áhugaverda matgerð. Luttakararnir sloppu at smakka fimm ymiskir rættir, og lagt varð somuleiðis upp til spurningar og kjak um rávørur, arbeiðshættir í køkinum, staðbundna sølu og burðardygd.

 

Sambært fyriskiparunum eydnaðist verkstovan sera væl, og ætlanin er at skipa fyri fleiri verkstovum í hesum leisti. Stórur áhugi er fyri tiltøkum við vitanardeiling innan staðbundna matframleiðslu og matgerð.

 

##med4##

 

Í farnu viku fekk Matkovin Umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu til verkætlanina, “Í krukkuna!”.

 

Her er talan um verkstovur við serfrøðingi, har luttakararnir læra at niðursjóða føroyskt grønmeti og urtir.

 

Undirvíst verður í ymiskum niðursjóðingarhættum, og hvør verkstova verður skipa til ávísan málbólk.

 

Endamálið við hesum verkstovum er at vísa á hættir at goyma góðar rávørur og minka um óneyðugt matoyðsl. Komandi verkstovurnar verða hildnar í samstarv við Útoyggjafelagið, sum nógvir matframleiðarar eru limir í. Í ár eru 20 ár liðin síðani felagið varð sett á stovn.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##