Forvitnisligar ætlanir á Løðhamri í Vági

Uppskotið til verkætlan um fiskaplássið á Løðhamri í Vági stendur í Miðlatúni teir næstu 14 dagarnar.

 

Eftir ætlan fara Vágs kommuna og SNA at skipa fyri kunnandi fundi um verkætlanina í september.

 

 

Í Vágs kommunu arbeiða tey við forvitnisligari verkætlan, har gamla fiskaplássið á Løðhamri í Vági var. Tað er arkitektafelagið SNA, sum hevur hjálpt kommununi at seta út í kortið um, hvussu verkætlanin kann koma at síggja út.

 

Uppskotið, sum er gjørt, stendur nú í Miðlatúni í Vági, og her verður høvi at síggja tað, sum arkitektarnir saman við Vágs kommunu higartil eru komnir fram til. Ætlandi verður kunnandi fundur í september, sum Vágs kommuna og SNA fara at skipa fyri.

 

Um verkætlanina við fiskaplássinum á Løðhamri, sigur SNA m.a. soleiðis:  

 

- Vágs kommuna hevur havt visiónir um at skapa eitt alment mentanarpláss við útgangsstøði í søguligu sporunum í økinum við Løðhamar. Ætlanin er at skapa eitt nýtt andlit móti sjónum. Her samlast fólk til jóansøku at hyggja at kappróðri. Stóri pallurin verður settur upp til konsertina, sum skal verða um kvøldið. 

 

Lagt verður aftrat, at pallurin verður settur á vøkru træbrúnna, sum stendur á pelum út á vágna. Í bakgrundini sæst sluppin Jóhanna liggja við bryggjuna. Fólk samlast í sititrappunum, ið eru bygdar niðan móti vegnum og á stóru træ plankunum, ið eru lagdir sum lunnar á steinsetta fiskastykkinum.

 

##med2##

 

Fram við sjóvarmálanum verður bygd ein gøta, sum bindir miðstaðarøkið saman. Gøtan heldur fram niðan móti Rutt Smith-savninum, haðani leiðin gongur fram við vatninum og vestur á Eiðið. Íbúðarhúsini liggja, har gamla fiskahúsið hevur ligið. Húsini hava eina stødd, sum minnir um gomlu húsini, men eru tó bygd sum eini nútímans hús, við blandaðum íbúðum. Í niðastu hæddini eru hølir til frítíðarítriv, eitt nú kajakkfelag.

 

- Eystan fyri íbúðarhúsini verður eitt marknaðarpláss, har alskins góðar rávørur fáast til keyps. Her fæst nýveiddur fiskur av fjørðinum, grønmeti av Sandi - ella royttir lundar úr berginum. Kapellið við kirkjugarðin er eitt stað, har tú kanst seta teg í friði frá tí dagliga og hvíla sinnið. Kapellið liggur út móti sjónum - í framhaldi av aksanum sum gongur tvørtur gjøgnum kirkjugarðin, sigur arkitektafelagið SNA.

 

 

 

Eftir ætlan fara Vágs kommuna og SNA at skipa fyri kunnandi fundi um verkætlanina í september.