Forvitnisligar aliroyndir við reyðsprøku í Noregi

Nú er spurningurin um fiskurin veksur nóg skjótt til at gerast lønandi alifiskur, sigur granskari hjá Havgranskingarstovninum.

 

Myndina av Anders Mangor-Jensen eigur Havgranskingarstovnurin.

 

 

Granskarin, Anders Mangor-Jensen hjá norska Havgranskingarstovninum, hevur fylgt við aling av reyðsprøku í Austervoll í Noregi, síðan reyðsprøkurnar vóru yngul, og hann er ivaleysur um tað, hann higartil hevur sæð.

- Hetta er fantastiskt. Nú hava vit tvær “familjur”, sum kunnu geva okkum lívfisk í framtíðini, sigur granskarin, sum fylgir gongdini.

Lívfrøðiliga sæð hava royndirnar higartil havt fáar avbjóðingar við sær, og tí verður mett, at reyðsprøka saktans kann gerast ein nýggjur alifiskur.

Enn er tøl, sum lýsa gongdina, ikki klár, men vøksturin kann samanberast við aling av kalva fyrstu 10-12 mánaðirnar.  

Og royndirnar higartil vísa, at reyðsprøka sum yngul veksur rættiliga skjótt.

- Tað hevur eydnast at ala reyðsprøku við ongum sjúkum, ongum felli og lítlum tali við misvøkstri, sigur granskarin.

Havgranskingarstovnurin vísir á, at reyðsprøka er fiskur, sum livir í umstøðunum kring havleiðirnar við Noreg, og hetta er umtóktur matfiskur í øllum Norðurevropa.

Fyri bert 10 mánaðum síðan vóru reyðsprøkurnar, sum nú vera aldar, yngul, og fyribils kanningar vísa, at reyðsprøkan veksur líka skjótt sum kalvi tað fyrsta árið.

Nú er so spurningurin, um reyðsprøka veksur nóg skjótt til at gerast lønandi alifiskur eftir trimum árum, tá hon helst skal viga eitt kilo.

 

##med2##

 

- Nógv verður roynt eftir reyðsprøku, og tí er fiskurin, sum verður veiddur, eisini smáur og liggur gjarna um eitt hálvt kilo, sigur granskarin. 

Anders Mangor-Jensen sigur, at vónin er, at fiskurin í alingini kann gerast so stórur, at reyðsprøkufløkini gerast tveir til tríggjar sentimetrar tjúkk.

 

Myndina av Anders Mangor-Jensen eigur Havgranskingarstovnurin.