50 ÁRA HALD
Skráin fyri 50 ára hald Føroya Fróðskaparfelags fevnir um fleiri forvitnisligar almennar fyrilestrar. Fýra fyrilestrar verða í eini røð við heitinum ?Úrvalsfyrilestrar - dømi um føroyska gransking í nútíðini?, og ein heiðursfyrilestur til áminnis um Chr. Matras.
Byrjað verður í dag mikudag 23. oktober kl. 16. Tá heldur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, cand.mag, fyrilestur, hann nevnir ?Úr tingsøguni?. Hans Andrias Sølvará er maðurin, sum hevur skrivað fyrsta bind í hátíðarritinum: 150 ár liðin, síðani løgtingið varð endurstovnað. Og fyrr í ár var hann annar teirra, sum fekk virðisløn úr Vísindagrunni Føroya Sparikassa fyri gransking sína.
Kl. 17.15 er Kirsten Brix, bókmentafrøðingur, ph.d., á skránni við fyrilestri, hon hevur givið heitið ?Upplýsingarhugtakið og Regin Líð?. Kirsten Brix fekk fyrr í ár doktaraheitið við Fróðskaparsetur Føroya við ritgerðini ?Dialog i Babelstårnet?.
Hósdagin 24. oktober, kl. 16 heldur fyrilestrarøðin fram. Fyrra fyrilesturin henda dag heldur Knud Simonsen, havfrøðingur, dr. scient. Hansara fyrilestur hevur heitið ?Djúpvatnsgerð í Grønlandshavinum og rákið við Føroyar. Knud Simonsen er hin maðurin, ið fekk virðisløn úr Vísindagrunni Føroya Sparikassa fyri sína gransking.
Seinna fyrilesturin, kl. 17.15 heldur Hóralduri Joensen, evnafrøðingur, ið fyri stuttum gjørdist dr. scient. frá universitetinum í Bergen við ritgerð um júst evni, hann tekur fram í fyrilestri sínum: ?Fitisýrur og fiskastovnar?.
Í 1993 skipaðu Fróðskaparsetrið og Fróðskaparfelagið fyri fyrsta heiðursfyrilestrinum til áminnis um Chr. Matras. At halda tann fyrilesturin varð Sture Allén, professari á universitetinum í Gøteborg og skrivari í Svenska Akademien, boðin higar. Seinni gestafyrilesarar hava verið Stefán Karlsson, professari og fyristøðumaður á Árnasavninum í Reykjavík, Helga Kress, professari á Háskóla Íslands, Jørgen Rischel, professari á universitetinum í Keypmannahavn, og Jonna Louis-Jensen, professari, somuleiðis á Keypmannahavnar universiteti.
Á hesum sinni er Anne-Kari Skarðhamar, fyrstiamanuensis við Høgskolen i Oslo, boðin at halda heiðursfyrilesturin. Heitið, hon hevur valt, er ?Erindringens poetikk - en innfallsvinkel til Christian Matras? lyrikk?. Anne-Kari gjørdist í 2001 dr.art. frá universitetinum í Oslo við ritgerðini: Poetikk og livstokning i Christian Matras? lyrikk. Hon var ein av andmælingunum, tá ið Kristen Brix vardi doktararitgerð sína, og er annars væl kend í Føroyum, kanska serliga við síni bók vevkynstrið hjá Marionnu Matras.
Fyrilestur hennara verður hildin á almennu samkomuni hóskvøldið 24.oktober, sum byrjar kl. 19.30. Eftir fyrilesturin verður handing av sømdargávu úr Grunni Kristjans á Brekkumørk.
Stovnsfæið í hesum grunni er OSSIAN-heiðurslønin, ið FVS-stovnurin í Hamburg veitt Chr. Matras og Føroya Fróðskaparfelag í 1981. Sømdargávur úr grunninum verða veittar sum viðurkenning fyri einstaklingavirki føroyskum máli at frama er. Hetta verður níggjunda ferð, sømdargávan verður latin.