Dagurin í Eydnuni byrjar við morgunmati klokkan 9.30, tá borgarstjórin, Jógvan Kruse, bjóðar vælkomin. Eftir tað verða innsløg og framløgur, sum á ymiskan hátt fara at seta fokus á sálarliga heilsu og trivna.
- Eitt nú fara borgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini, Eyðstein Zachariasen, at siga eitt sindur um, hvat Sunda kommuna ger fyri trivnað hjá eldru borgarunum, og hvørjar æltanir liggja fyri framman.
- Eisini fer Maria Skaalum Petersen at hava framløgu um eina kanning, sum hon hevur gjørt um heilsu og gerandisdagin hjá føroyingum 75 ár og eldri, og her verður mangt annað á skrá eisini, siga tey í Sunda kommunu.
Tað er kommunan, sum saman við dagtilhaldinum Blákollan og Sunda pensjónistafelag, ið skipar fyri degnum.
Um middagsleitið verður ábit, og dagurin endar umleið klokkan 14. Tiltakið er fyri borgarar í kommununi, sum eru 60 ár og eldri.
- Tiltakið er ókeypis, men gott er, um fólk tekna seg skjótast tilber, so vit vita umleið, hvussu nógvan mat vit skulu gera. Tá tiltakið nærkast, verður ein neyvari skrá lýst, siga tey í Sunda kommunu í dag.
##med2##