Forvitnisligt og áhugavert

Sjómannadagur

 

Eitt, sum rættiliga fangar børnini á Føroya Sjómannadegi, eru mongu kørini við fiskum, krabbum, krabbagággum, hummarum, krossfiskum, igulkerum og øðrum livandi úr havinum. Børn og vaksin hugna og stuttleika sær óført og forvitni um, hvussu hesir fiskar og dýr uppføra seg á lívi, er stórt. Men tað eru so sanniliga ikki bara børnini, sum hava sín stóra áhuga í hesum. Tú sært foreldur saman við børnum, og tú sært abbar, sum ivaleyst hava drigið mangan fiskin inn um stokkin, saman við sínum abbabørnum. Børnini stinga armarnar djúpt niður í kørini og taka eftir fiskunum, sum royna at koma sær undan, og viðhvørt spruttar óført upp úr kørunum. Onkur torir varisliga at taka ein krabba upp úr, og onkur hættar sær kanska at nerta við onkran hummara. Hetta er ein møguleiki, sum ikki býðst á hvørjum degi, og tí savna hesi kør við fiskum, krabbum og skeljum bæði børn og vaksin í hópatali.