On The Radio spælir í Rex fríggja- og leygarkvøldið. Framførslan hjá danska bólkinum, ið spælir útlendsk lániløg, minnir í veruleikanum um eina útvarpssending, skrivar byin.fo Um vikuskiftið spælir danski bólkurin On The Radio í Rex. Bólkurin, ið er mannaður af fimm dønum, hevur forvitnisligt konsept. Bólkurin hevur nevniliga ein útvarpsvert afturat sær at hita áhoyrararnar upp og leiðbeinir teir ígjøgnum tónleikin, ið einamest er samansettur av kendum útlendskum lániløgum. Serstaka konseptið hevur verið væl móttikið í Danmark. Bólkurin spælir hvørt vikuskiftið fyri fullum húsi runt um í landinum.
Á heimasíðuni, www.ontheradio.dk, verður greitt frá, at On The Radio spælir tónleik frá seinastu fimm ártíggindunum, alt frá gamla 60?ara poppinum til 70?ara diskodansi og 80?ara rock ?n roll. Og mín sann, um ikki eitt sindur av forpoppaðum tekno er komið við á skránna, stendur á heimasíðuni hjá byin.fo