Fossánes - Fleyr 1 ? 3, (25-20, 10-25, 18-25, 20-25)
Flogbóltur, kvinnur
So eydnaðits tað, sum hevur verið málið hjá venjaranum Jón Kára Fredriksen. Fossánes vann sítt fyrsta sett í meistardeildin. Og hetta var ímóti Fleyr sunnudagin. Næsta málið verður ein dystarsigur.
Fossánes legði hart út sunnudagin og vann fyrsta settið í dystinum 25-20 til stóra frøi fyri leikararnar, ja so stóra, at tær næstan gloymdu at byrja at leika flogbólt í tí næsta settinum, tí Fleyr legði seg beinanvegin á odda 6-0. Og hetta settið vísti Fleyr, at tær vóru betra liðið.
Á Fleyr liðnum, legði ein serliga til merkis hevaran Mariann Øster, sum leikti ein góðan dyst. Fossánes leikti sera ótryggan flogbólt hetta settið, og ta virkaði sum um, tær ikki vóru komnar yvir skelkin at hava vunnið sítt fyrsta sett.
Fossánes betri við
Gondin í báðum teimum seinastu settunum var tann sama sum í 2. setti. Fleyr vann ávikavist 25-18 og 25-20. Men Fossánes var meira við í spælinum hesi settini, men enn eru tær eitt sindur ótryggar í móttøkuni.
Samanumtikið kann sigast, at Fleyr vann ein uppibornan sigur, við Mariann Øster og Andreu Kristoffersen sum bestu leikarar, meðan bestu leikararnir hjá Fossánesi vóru Lena í Búð, Oddbjørg Askham og Joan Sørensen.