William Smith, Argir
-----
“Burðarmóðir, kleki(ngar)mamma (konufólk, sum tekur upp á seg at eiga barn fyri onnur, kanska fyri pengar)”
Soleiðis verður danska heitið ‘rugemor’ greinað í ‘donsk føroysk orðabók’ (Stíðin 1998).
Formaður Miðflokksins, Jenis av Rana, hevur blást nýtt lív í forsturtøkuspurningin við at skjóta upp, at kvinnur, í staðin fyri fosturtøku, skulu lata eini barnleys hjún ættleiða barnið. Hetta kann tykjast ein góð og skilagóð loysn uppá ein sváran trupulleika: kvinnan sleppur undan fosturtøku, ið man vera ein hin mest oyðileggjandi sálarløsturin eitt menniskja kann koma fyri, og eini hjún, ið annars ikki kunna fáa børn, verða foreldur. Men enn einaferð er Jenis av Rana farin í gamlatestamentligt, introspektivt sjálvsveiggj.
Katrin Kallsberg, kvinnulækni á Landssjúkrahúsinum hevði eina gløgga og veruleikakenda viðmerking í Útvarpinum um upsskotið hjá Jenisi av Rana. Hvussu kann nakað gott og virðiligt koma burturúr at spilla lívið hjá kvinnuni, ið verður tvingað til at verða klekimamma? Hvør verður bakstoyturin hjá barninum, sum fyrr ella seinni fær greiði á sínum uppruna? Hvussu fara hjúnini at verða ment at klára ta ørkymlandi tvístøðuna, tey tá koma í? Hesar spurningar eigur Jenis av Rana at greina, áðrenn hann øsir Løgtingið til at trýfalda avleiðingarnar av einum trupulleika, ið er nóg svárur frammanundan. Vit eru ikki í Kina ella India, har tann einstaki hvørvur í meldrinum og tað kann vera bæði gott og ringt. Men vit eru eitt pinku-samfelag, har øll kenna øll, og tað er bæði gott og ringt.