Fosturtøkurnar sum ikki vóru

TÝDNINGURIN AV HAGTØLUM: Í evstu løtu brast stóra høvuðssøgan hesa vikuna, tá vit av tilvild funnu útav, at eitt tal í hagtalsgrunninum var skeivt. Vit saðla um og fara á eina journalistiska ferð frá søguni um vaksandi tal av fosturtøkum hjá ungum kvinnum til spurningin um, hví tað er týdningarmikið at hava eftirfarandi hagtøl.

 

Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni

Av tí at ávísar broytingar til greinina ikki komu við í Sosialin, sum kemur á gøtuni í kvøld, seta vit røttu útgávuna her:

 

Sum journalist mást tú tola at arbeiða við eini søgu, sum beint fyri evstu deadline verður jarðað, tí tað vísir seg at hald er ikki í henni. Tað kemur fyri. Við longri og longri millumbilum, jú fleiri royndir tú hevur gjørt tær í fakinum, tí tú lærir so hvørt, sum tú brennir teg, at kanna títt uppáhald, áðrenn tú fert at grava óneyðuga nógv. Men onkuntíð hendur tað. Og tað gjørdi tað í dag.

 

Klokkan er akkurát farin av songartíð, greinin er næstan klár at senda til umbrótingar, og tað er lagt upp til, at hetta skal vera høvuðssøgan hesa vikuna, tá eg siti og bíði eftir, at seinasta keldan ringjur til mín. Diana Reynstind, serlækni í kvinnusjúkum hevur lovað at ringja, so skjótt sum hon kemur úr flogfarinum í kvøld. Seinastu dagarnar havi eg kannað, hvussu tað ber til, at Landssjúkrahúsið knappliga í 2020 hevur framt fimtan fosturtøkur fyri kvinnur undir 19 ár. Og tað vil eg tosa við Dianu um, tí árini undan hevur talið ligið á tveimum-trimum fosturtøkum uttan undantak. Tølini havi eg funnið í hagtalsgrunninum - matpakkanum hjá einhvørjum søgusvangum journalisti - har tú lætt og skjótt finnur alskyns tøl um alskyns viðuskifti sum hava við mest av øllum menniskju, arbeiðsmarknað, heilsuverk og búskap í Føroyum at gera.

 

Hvussu ber tað til, at so nógvar fosturtøkur í hesum aldursbólkinum verða framdar knappliga? Hendan spurningin havi eg vent við serfrøðingum, ráðgevum, redaktiónini og fólki rundanum meg sum heild seinastu dagarnar.

Hevur tað verið grundarlag fyri undantak í øllum hesum førunum - ella vísir hetta talið, sum Føroya Pro Vita vil vera við, at vit í Føroyum eru farin at fremja fosturtøkur uttan at undantaksásetingarnar vera fylgdar? Ella eru hetta skuggatøl, sum knappliga verða ljóskastað, tí tað í 2020 ikki bar til hjá ungum føroyskum gentum at fara uttanlands at fáa fosturtøku?

 

22.01: “Hey, eg eri júst lend, ring til mín um ein tíma. Eg havi hasi tølini í viðførinum. Tey eru ikki røtt. Eg skal greiða frá. Diana Reynstind”.

 

Boðini, sum tú ikki ynskir at fáa, tá søgan stórt sæð er klár, og tú hevur ein redaktør í hinum endanum sum trippar fyri at fáa at vita, hvat hann skal skriva á forsíðuna. “Hava vit eina forsíðusøgu?”, spyr hann, tá eg má svara, at søgan, tey hava biðið meg gjørt, er jarðað. Diana Reynstind ringjur. Hon fortelur at hon uttan at vita av mær og mínari søgu, júst hevur gjørt eina uppgerð yvir hesi somu tølini.

 

##med2##

 

- Eg visti, at okkurt var ikki rætt, tá eg sá tølini á facebook í summar. Hetta vóru ikki tøl eg kendi aftur frá mínum starvi sum serlækni í kvinnusjúkum og burðarføri, og eg vil ikki verða løgd undir at bróta lógina. Eg veit, at undantaksásetingarnar verða fylgdar, og fosturtøkurnar, vit fremja, eru so fáar, at vit síggja beinavegin, at eitt slíkt tal er skeivt. Tí hevði eg tølini við mær uttanlands, tí eg havi ætlað at gera eina uppgerð, sum vísir røttu tølini.

 

Og hvat er so rætta talið, spyrji eg hana. Tað er akkurát tað sama sum undanfarin ár. Tríggjar fosturtøkur eru framdar í hesum aldursbólkinum av kvinnum undir 19 ár, vísa tølini hjá Dianu. Vit tosa eina løtu aftur og fram um, hvussu hetta kann henda - og serliga tá talan er um eitt so mikið eldfimt politiskt mál.

 

- Veruleikin er, at vit eru í vanda fyri at verða rættarfylgd, um tað vísir seg, at vit ikki fylgja lógini. Vit hava bara loyvi at fremja fosturtøku í Føroyum, um talan er um eitt undantak, har tað stendur um lív, um kvinnan er neyðtikin ella um sjúka er blandað upp í. Og tá eitt tal knappliga vaksur so skjótt, so kundi tað sæð út sum, at vit læknar eru farin at tulka undantaksásetingarnar øðrvísi. Men tað gera vit ikki, tí tað hava vit ikki loyvi til, sigur Diana Reynstind.

 

##med3##

 

Og tað var tann broytti politiski diskursurin og felagsskapurin Frítt val - fyri fríari fosturtøku, sum mundi vera orsøkin til høga talið, skrivaði Føroya Pro Vita fyrr í summar, tá tey hugleiddu um samanhangin millum hesi tølini og mátan, vit eru farin at tosa um fosturtøku. Tølini skaptu øsing millum fólk, sum eru móti fríari fosturtøku. Og soleiðis byrjar søgan um hagtølini.

 

 

 

Týdningurin av hagtølum

 

Um tað ikki var ein søga, at Landssjúkrahúsið er farið at gera fleiri fosturtøkur fyri ungar kvinnur, so er tað ein søga, at tølini eru skeiv. Hvar stava tey skeivu tølini, sum nú verða brúkt í kjakinum um fosturtøkulóggávu, frá? Diana Reynstind skrivar til mín dagin eftir, at tað nokk er teirra feilur, og at tey eru varug við tað og miða móti at hava neyvari hagtøl, og at hetta má gerast saman við landslæknanum.

 

Og tá hon skrivar, havi eg longu vent mær til stjóran á Hagstovuni, Gilla Wardum, sum vit tosa við um týdningin av hagtølum, um eina lítla løtu. Hann tekur tað í størsta álvara, tá eg ringi og sigi, at eitt tal í hagtalsgrunninum er skeivt, og byrjar samrøðuna, við at svara:

 

“Vit taka tað í størsta álvara, tá tú ringir og fortelur, at tað er sannlíkt, at eitt tal í hagtalsgrunninum er skeivt”.


Og síðani fer hann undir at kanna, um talið er skeivt og, um so er, hví.

 

Nakrar tímar seinni ringir hann aftur og fortelur, at talið var skeivt. Og at tey hava funnið og rættað feilin. Ein lítil menniskjaligur feilur varð hendur, tá Hagstovan fekk tølini frá Heilsumálaráðnum um fosturtøkur framdar í 2020. Tá var talið, sum hoyrdi til tær 20-25 ára gomlu, av misgáum rykt ein teig og varð endað hjá kvinnunum undir 19 ár. Tí sást ein hækking í hagtølunum frá 2020 í mun til undanfarnu ár, tá talið av fosturtøkum framdar millum kvinnur undir 19 lá um tvær-tríggjar árliga.

 

##med4##


Ein menniskjasligur tastifeilur á einum almennum arbeiðsplássi er ikki í sær sjálvum verdur at dvølja við. Tað, sum hinvegin er áhugavert, er hvussu umráðandi hagtøl eru fyri samfelagskjakið. Og tað sigur hesin lítli feilurin nakað um. At hava góð og eftirfarandi hagtøl er nakað, eitthvørt framkomið samfelag strembar eftir. Tað er grundarlag fyri kjaki og politiskum avgerðum.

Og tá Føroya Pro Vita, sum er felagsskapurin, sum stríðist móti at fáa fría fosturtøku í Føroyum, í summar var úti við yvirskriftini “Fosturtøkutalið í yngra endanum er eksploderað”, skapti tað kjak á facebook. “Nú kann eingin siga, at vit í Føroyum ikki hava fría fosturtøku”, skrivaði ein facebook brúkari, meðan ein annar gitti, at tað var tilfar frá Amnesty sum hevði ført til, at fleiri ungar kvinnu nú fingu framt fosturtøku. Nú eg í hesari greinini kasti alt mítt ljós á hetta eina tali, sum nei, als ikki er áhugavert í sjálvum sær, so sæst tað so týðiliga, hvussu stóra ávirkan, hagtøl hava - í hesum førinum á hvussu og um hvat vit kjakast, men vit vita eisini, at hagtøl eru grundarlag undir stórum og týðandi avgerðum. Og tí eru tey áhugaverd at tosa um. Og tí var hetta greinin, eg fór eftir, tá hin brast.

 

##med5##

 

Álit er grundarlagið

Vit tosa víðari við Gilla Wardum um álit, trúvirði og hvussu týdningarmikið tað er fyri eitt samfelag at hava eftirfarandi hagtøl. Og um standin á føroysku hagtølunum og kunningarheimin sum í dag støðugt er í umskapan.

 

“Tað var nýtt fyri mær, tá tú ringdi til mín. Ein týðandi partur í okkara arbeiða er at kenna grundarlagið fyri hagtølunum væl og viðgera tølini eftir føstum mannagongdum innan tey vera almenn hagtøl. Tað kemur fyri hjá okkum, eins og hjá øðrum hagstovum, at feilur er í almennum hagtølum”, fortelur Gilli Wardum.

 

Nú var hetta ein feilur, sum varð funnin meir ella minni av tilvild - merkir hetta, at eg, sum av og á brúki hagtalsgrunnin í mínum arbeiði, skal hava minni álit á teimum hagtølunum, eg finni hjá tykkum?

 

“Tað haldi eg ikki. Tað kemur sera sjáldan fyri, at vit eru noydd at koma við almennum rættingunum til okkara tøl, og tá tað er, so gera vit vart við rættingina á heimasíðuni.”

 

Tá eg sá hesi tølini, hugsaði eg - sum als ikki eri hagfrøðingur - sum tað fyrsta, at her mátti vera talan um ein feil. Áttu tit ikki at hugsa tað sama og eftirkanna tølini, tá tit sóu eitt so ógvisligt frávik í mun til tølini árini undan - kanska serliga tá talan er um øki sum í løtuni er eitt stórt etiskt politiskt mál av øgiliga eymum karakteri?

 

- Jú, tað er púra rætt og vit brúka nógva tíð og okkara hagtalskunnleika til at tryggja góðskuna í tølunum. Men í hesum føri er talan um ein menniskjaligan feil, sum tíverri er íkomin áðrenn tølini vórðu givin út, tí tølini fyri yngru aldursbólkarnar eru flutt ein teig til vinstru, hóast samlaða talið er rætt.

 

Er nakar liður í tykkara mannagongd, har tit eftirkanna tey tølini, tit fáa inn - í hesum førinum frá heilsumálaráðnum?

 

- Hagstovan brúkar hagfrøðiligar metodur til at eftirkanna tølini, sum koma inn. Vit hyggja millum annað at frábrigdum í innkomnu tølunum. Men tey føroysku tølini eru ofta ógvuliga smá og kunna sveiggja nógv frá einum ári til eitt annað, serliga tá tølini verða útgreinaði sum í hesum førinum út á ein ávísan aldursbólk, hóast samlaða talið er rætt. Tí verða tølini eisini løgd saman í størri bólkar fyri at fáa eyga á eina yvirskipaða gongd, og tað er eisini gjørt í hesum førinum.

Áðrenn eg fór víðari við søguni ringdi eg til Hagstovuna, og eg tosaði við tvey starvsfólk hjá tykkum um hesi tølini, har eg vísti á hetta ógvisliga frávikið og spurdi beinleiðis, um hetta vóru tøl, eg kundi hava álit á og kundi byggja eina journalistiska søgu á. Hvørgan teirra setti spurnartekin við tølini. Tú tosar um at hava álit á tykkara tølum - er hetta dømið eitt tekin um, at tit kanska hava for stórt álit á tykkum sjálvi og teimum tølunum, tit arbeiða við?

 

- Vit taka tað í størsta álvara, tá møguligir feilir verða fráboðaðir, tí samfelagið skal hava álit á hagtølum frá Hagstovuni. Møguligir feilir verða eftirkannaðir og rættaðir so skjótt sum til ber og kunnað verður alment um rættingina. Tað hava vit eisini gjørt í hesum føri. Eg haldi, at eg tori at siga, at vit ongantíð fyrr hava havt eins stóran tørv á eftirfarandi hagtølum sum í dag og tí hava tølini frá almennum hagstovum kanska ongantíð havt so stóran týdning. Tørvurin er kanska størri nú enn nakrantíð, nú upplýsingar eru allastaðni, sum eru torførir at gjøgnumskoða. Sum hagstova skulu vit geva út offisiel valideraði tøl. Tað er okkara góðskustempul sum tú sum brúkari skal hava álit á. Og tað er eisini uppgávan hjá okkum miðla tølini til teir pallar, sum fólk brúka, soleiðis at tú kanst fáa fatur í upplýsingunum. Tað er ein stóra uppgávu at loysa, og hagstovur hava kanska ongantíð áður havt so stóran týdning sum nú.

 

Og eru tit før fyri at lyfta hesa uppgávuna, tit eru sett í verðina fyri at loysa?

 

- Vit standa inni fyri góðskuni á øllum teimum hagtølum, sum vit framleiða. Annars verða tey ikki framleidd. Men vit hava bara orku til tað, sum løgtingið játtar okkum. Og tað hevur verið nøkulunda á tí sama støðinum seinastu tíggju árini - spakuliga vaksandi. Tørvurin á hagtølunum er nógv størri enn tað, sum vit framleiða. Men tað er lítið at ivast í, at um vit skulu nøkta tann tørvin, sum er á hagtølum í einum framkomnum fólkaræði, skuldu vit havt nógv fleiri ressursir enn tær, sum vit hava. Men við teimum ressursunum, vit hava, arbeiða vit øgiliga væl.

 

At framleiða hagtøl krevur eina breiða viftu av fakum og vit hava sum krav at framleiða tøl á sama góðskustigi sum aðrar størri hagstovur. Skuldi vit nøkta tørvin til fulnar, skuldi vit møguliga havt tíggju fólk afturat teimum tjúgu, sum vit í løtuni eru. Og tað kann gerast í stigum. Tað er ein spurningur um politiska raðfesting, men hagtøl eru ikki nakað, sum serliga nógvir politikarar fara til val uppá.

 

Eru tað øki í føroyska samfelagnum sum liggja í hagtalsloysi?

 

- Hagstovan hevur í tíðini síðan stovnan ment hagtøl innan ymisk øki, so vit hava eina rímiliga góða breidd, men vit eiga at koma longur á ávísum økjum. Millum annað hava vit avmarkað hagtøl innan heilsu, útbúgving og almannaøkið, ið eru stór umsitingarlig øki í landinum, sum flestu borgarar á ein ella annan hátt eru partur av og har nógvar avgerðir verða tiknar.

 

Eru tað so øki, har vit hinvegin eru væl við?

 

Ja, vit eru væl við, eitt nú innan fólkatøl, arbeiðsmarknað, inntøkur og inntøkubýti. Innan búskaparhagtalsøki eru vit á ávísum økjum rímiliga væl við sum til dømis fyri almenna geiran og vinnuroknskaparhagtølsøki, meðan onnur øki mangla at mennast. Tjóðarroknskapurin, sum hevur verið framleiddur í áratíggju, krevur fleiri ársverk og skal millum annað mennast til at vera gjørdur upp í føstum prísum.

 

Hvat skal til áðrenn vit í Føroyum kunnu siga, at vit hava nøktandi hagtøl?

 

- Vit arbeiða áhaldandi við at menna skipanir og starvsfólk, soleiðis vit fáa framleitt meira við tí játtan vit hava, men skulu vit koma á sama støði sum onnur, ið vit vanliga samanbera okkum við, so skal Hagstovan hava størri játtan. At menna enn fleiri samstørv við ymsar stovnar í samfelagnum, vil eisini geva okkum fleiri hagtøl. Nøktandi hagtøl merkir eisini, at hagtøl, ið vit longu framleiða, verða framleidd oftari og skjótari.

 

Saknar tú politiska raðfesting av føroyskum hagtølum?

 

- Vit fáa nógv burturúr tí játtanini, sum vit hava. Vit mugu minnast til, at hagtøl geva nógv betri grundarlag fyri at taka góðar og rættar avgerðir. Sum framkomið samfelag eigur hetta at vera eitt økið, sum er sjálvsagt at raðfesta. Vit áttu tí at økt játtanina í stigum til Hagstovuna, so nýggj hagtalsøki kunnu mennast, eitt nú innan heilsu, útbúgving og almannaøkið.

___

At hagtøl eru sum svimjiklæðir - avdúka nógv, men fjala tað mest áhugaverda - er tað, eg minnist best frá hagtalsundirvísingini á journalistútbúgvingini. Hetta kenda og beinrakna sitatið hjá amerikanska búskaparfrøðinginum Aaron Levenstein, vil kanska favorisera kvalitativar kanningarhættir framum kvantitativar, men tølini eru - um enn tey so í sær sjálvum kunnu vera einkisigandi - grundarleggjandi, um vit skulu skilja tað samfelagið, vit liva í. Út frá teimum kunnu vit greina, kanna og kanna samanhangir. Og aftaná brostnu forsíðusøguna um at Landssjúkrahúsið er farið at fremja nógv fleiri fosturtøkur fyri ungar kvinnur, er tað greitt, hvussu stóra ávirkan tað kann hava, hava vit ikki eftirfarandi hagtøl.

 

 

Gilli Wardum, stjóri á Hagstovuni