Fótbóltsfeløgini í Hoyvík eru fusionerað

Samanlagda felagið fer at eita FC Hoyvík

Mynd:Undrið FF

Nú er tað greitt, at tað í 2023 bara verður eitt felag, sum fer at eiga heimavøll á vøllinum við Skúlan á Løgmannabreyt. Higartil hava bæði FC Hoyvík og Undrið FF átt heimavøll har, og bæði feløgini hava havt rætt at nýta húsini, sum eru við vøllin.

 

Í fjør royndu hesi bæði feløgini at leggja saman, men tað miseydnaðist. Í ár hevur Undrið FF eftir uppflytingina í fjør átt lið í næstbestu deildini, og FC Hoyvík hevur eftir niðurflytingina í fjør átt lið í 2. deild.

 

Í kvøld er tað vorðið greitt, at feløgini nú fara at leggja saman, og at besta liðið hjá samanlagda felagnum nú fer at spæla í 1. deild undir navninum FC Hoyvík. Undrið FF hevur á aðalfundi samtykt samanleggingina, og á eykaaðalfundi í kvøld hevur FC Hoyvík einmælt samtykt at leggja saman.

 

Navnið á samanlagda felagnum verður FC Hoyvík.

 

Mynd:Undrið FF