Fótbóltsgalla 2021 verður í morgin

Í morgin klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, har ársins spælarar verða kosnir

Í morgin klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, har ársins spælarar verða kosnir. Tiltakið verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.

 

Síðani 1999 hevur ársins spælari verið kosin í føroyskum fótbólti. Soleiðis verður eisini í ár. Hóskvøldið 9. desembur verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Í nógvar mátar verður fylgt mannagongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt. Aftur í ár er vónin, at fáa øll tey tilnevndu at møta og samstundis tryggja, at talan verður um eitt stórt kvøld fyri øll.

 

Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama

 

Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast.

 

Í bólkinum ársins ungi spælari stendur ein broyting við. Hjá kvinnunum skal ársins ungi spælari hava U19-aldur. Hartil er ein nýggj broyting til í ár. Áleyparar fevna hesa ferð eisini um framrættaðarar miðvallarar og vengur, eftir afturmeldingunum frá í fjør.

 

Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá monnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað passar við undankappingarnar. Í hesum førinum skal veljast ársins landsliðsspælari fyri HM-undankappingina.

 

Ársins lið í 4-4-2 uppstilling

 

Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í samband við ársins lið. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spælarar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttarskrivararnir hjá Miðlahúsinum, sum seta liðið. Hetta verður gjørt við stórum atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar.

 

Í 2013 varð liðið stillað upp í 4­3­3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4­4­2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Hesum leistinum halda vit fram við hjá monnum, men hjá kvinnunm er eitt ynski um, at liðið verður sett upp í 4-4-3, ella 4-5-1, tí tað eru mest nýttu spælskipanirnar har.

 

Kunngera atkvøðurnar

 

Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðlahúsið stig til, at allar atkvøðurnar blivu almannakunngjørdar eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Best Player og Ballon d’Or verður handað til besta spælara í heiminum.

 

Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út hósdagin 10. desembur.

 

Velja 1, 2 og 3

 

Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði.

 

Finnast skal:

 

Ársins spælari

 

Ársins ungi spælari

 

Ársins málverji

 

Ársins verjuspælari

 

Ársins miðvallari

 

Ársins áleypari

 

Ársins landsliðsspælari hjá monnum

 

Ársins venjari

 

Ársins dómari

 

Ársins lið