Fótbóltspanelið á Rás2 umrøddi millum annað HM endaspælið í Katar í fótbólti í 2022. FIFA hevur tikið avgerð um at flyta HM til um veturin, tí tað er so heitt um summarið í Katar.
Hoyr kjakið við at trýsta á pílin undir myndini
Samanumtikið er Fótbóltspanelið á einum máli um, at best var um HM í Katar als ikki bleiv til nakað. Tó verður ikki mett, at tað verður ein trupulleiki at gjøgnumføra HM um vetur, sjálvt um tað kemur at órógva kappingarárið 2021 og 2022.
Fótbóltspanelið var hesa ferð mannað av Teiti Joensen, fyrrverandi ítróttarskrivara á Dimmalætting, og Tróndi Arge, frásøgumaður á Rás2.