Fótbóltsskúli í sólskini á Argjum

Veðrið var av tí allar besta, tá AB hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á nýggja vøllinum Inni í Vika á Argjum, skrivar Fótbóltssambandið

Veðrið var av tí allar besta, tá AB hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á nýggja vøllinum Inni í Vika á Argjum, skrivar Fótbóltssambandið. Omanfyri hundrað børn tóku lut, tá AB hósdagin og fríggjadagin skipaði fyri fótbóltsskúla á spildurnýggja graslíkisvøllinum Inni í Vika á Argjum í samstarvið við FSF.

 

Hósdagin varð vant frá klokkan 13 til 17, og fríggjadagin frá klokkan 10 á morgni til klokkan trý seinnapartin. Hetta var samstundis tann triðji av fýra fótbóltsskúlum, sum Fótbóltssamband Føroya, í samstarvi við HB, B68, AB og 07 Vestur skipar fyri í summar.

 

Fríggjadagin og leygardagin í komandi viku, sum er 12. og 13. august verður 07 Vestur vertur fyri fótbóltsskúli á Dungasandi í Sørvági. Freistin at boða frá luttøku til fótbóltsskúlan í Sørvági er týsdagin 9. august. Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

 

##med1##

 

##med2##

 

##ms##