Fótbóltsvøll og viðarlund í Hoyvík

Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, ynskir at meiri verður gjørt fyri barnafamiljurnar í Hoyvík.

 

- Vit hava gloymt at dagføra upprunaligu ætlanirnar, skrivar Bogi Andreasen í lesarabrævi, og vísir til, seinastu tíggju árini er Hoyvíkshagin fyltur av barnafamiljun, ið hava sett búgv har.

- Vit hava gloymt at sett framhaldandi menning og trivnað í umráðnum á politisku dagsskránna.

 

Tað er í kjalarvørrinum av, at byggisamtyktin fyri ovasta partin av Karlamagnusarbreyt er broytt, at Bogi Andreasen hevur fest hesi orð á blað. Hann sigur seg fegnast um hesa broytingina, men ynskir at fleiri stig verða tikin, ið bera á sama bógv.

- Upprunaliga ætlanin var, at Karlamagnusarbreyt skuldi verða handilsgøtan í nýggja bústaðarumráðnum, men alt hevur ikki gingið eftir vild, og einans Bónus hevur latið handil upp við Karlamagnusarbreyt, skrivar Bogi Andreasen, sum kallar gøtuna ein svartan plett í einum annars blómandi umhvørvi.

- Gøtan hevur at kalla ligið oyðin og myrk í vetrarhálvuni.

 

Bogi Andreasen mælir tí til, at kommunan tekur upp aftur ætlanirnar um fótbóltsvøll og viðarlund í sama øki, ætlanir, ið tykjast vera dotnar niðurfyri.

- Eg mæli til, at fótbóltsvøllurin, sum vit hava samtykt at leggja niðan fyri Skúlan við Løgmannabreyt, verður fingin frá hondini sum skjótast, og at vit eisini skjótast gjørligt seta ferð á málið um ætlaðu viðarlundina í Dalinum Langa, skrivar hann.

 

- Ungu familjurnar í Hoyvíkshaganum hava tørv á einum frítíðarøki við beinkjum, bálstøðum, spæliplássum og øðrum hentleikum, har foreldur og børn kunnu  leita sær burtur frá gerandisdegnum. Trivnaðurin eigur áhaldandi at vera í hásæti í Tórshavnar kommunu, og eg haldi at stundin er komin at halda fram at stimbra umhvørvið í Hoyvíkshaganum, har vit í fleiri ár hava eggjað fólki til at búseta seg, skrivar hann at enda.

Les lesarabrævið her.