Fotomiðstøðin í Saltangará er tvíbýtt við fotohøli og handli.
Sunrid í Gong lærdi sum fotografur í Fotomiðstøðini hjá Judith Johannessen, og Sunrid hevur nú í november tikið yvir tann partin av virkseminum, ið fevnir um myndatøku.
Tá umræður myndir, so skal ein vanda sær um málið, tí ein mynd kann sum kunnugt siga meira, enn túsund orð.
Men virksemið fevnir um alla vanliga myndatøku, men Sunrid dylir ikki, at hon eisini fegin vil royna seg meira innan lýsingarmyndatøku, og tí, ið líkist hesum. Og hon hevur eisini roynt seg við góðum úrsltum, og síggjast dømi um hesi á heimasíðu hennara.
Jól í hondum
Vanligastu myndatøkurnar eru tó tær, ið vit øll hava í huga, nevnliliga brúdleypsmyndir, fermingarmyndir og myndir av børnum.
Og nú jólini nærkast, so er klárt itl myndatøku til jóla og til jólakortini, ið verða send familju, vinum og kenningum.
Handilin
Umframt myndatøku, so er handilin eisini, har alt er at fáa, ið hoyrnir myndum til, so sum rammur og annað.
Sunrid er útlærd innan myndatøku, og nøkur av úrslitum hennara síggjast á www.sunrid.com, og har ber eisini til at koma í samband við hana, men til ber eisini at ringja á 269255.