Fountain húsið fær urtagarðarnar at blóma

Gomlu urtagarðarnir framvið Tinghúsvegnum hava altíð verið væl røktir. Seinastu tíðina hava tey í Fountain húsinum staðið fyri at lúka, sláa gras og seta blómur niður í urtagarðarnar.

Tórshavnar kommuna og Fountain húsið hava víðkað avtaluna um, at tey í Fountain húsi røkja garðarnar sum ein part av arbeiðsuppgávunum, sum fólkini í Fountain húsi longu hava. Tað skriar Tórshavnar kommuna.

 

Nú røkja tey bæði urtagarðarnar kring Sloans hús, Heinesens hús og Degns hús. Og tey eru sera fegin um hesa mennandi arbeiðsuppgávuna.  

 

Fountain húsið er fyri fólk við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Fountain húsið mennir førleikar og styrkir hjá fólkunum soleiðis, at tey aftur kunnu gerast virkin í gerandisdegnum. 

 

Súna Mørk er leiðari í Fountain húsinum. Í gjár var Heðin Mortensen, borgarstjóri, og heilsaði uppá, nú avtalan at røkja urtagarðarnar er undirskrivað