Fox News avdúkar rithøvund

Bókin, »No Easy Day: The Firsthand Account og the Mission that Killed Osama bin Laden« teknar til at gerast ein rættilig gøla í USA.

Tað er ein fyrrverandi Navy Seal hermaður frá víðagitna »Team Six«, ið gjørdi av við Osama bin Laden, sum hevur skrivað bókina. Hetta er gjørt uttan at bókin er góðkend av hvørki Pentagon, CIA ella Hvítu Húsunum.

Nú hevur Fox News so avdúka, hvør maðurin handan dulnevni, Mark Owen, veruliga er. Business Insider hevur síðani funnið fram til myndir av fyrrverandi elitu hermanninum.

Í veruleikanum er talan um 36 ára gamla Navy Seal hermannin, Matt Bissonette frá Wangel, Alaska, sum hevur skrivað bókina, sum sambært New York Post møguliga skal gerast til film av Steven Spielberg.

Sambært forlagnum var hermaðurin »ein av teimum fyrstu inn um dyrnar á triðju hædd av yvirgangsleiðarans goymu og til staðar, tá hann varð dripin«.

Hóast nøvnini á hermonnunum í Team Six eru broytt og ein hernaðar sakførari við royndum í Navy Seal hevur góðtikið bókina, hevur hon skapt øði longu áðrenn hon verður útgivin 11. september. Summir Navy Seal starvsfelagar far so langt sum at kalla høvundin fyri svíkjara.

William McRaven, admiralur, er leiðari av samlaðu elitudeildunum og skrivar í einum memo:

»Eg eri alt meiri órógvaður um, hvussu fyrrverandi hermenn brúka teirra støðu sum kendir til persónligan vinning, skrivar admiralurin, sum hóttir við at stevna, um bókin avdúkar loynidómar um Navy Seal.

Matt Bissonette var eftir øllum at døma eisini við at bjarga skiparanum, Richard Phillips, sum var hildin gísli umborð á Maersk Alabama. Tá skutu tríggir Navy Seal hermenn teir tríggjar sjóránararnar í senn við trimum skotum, øll í høvdið.

Umframt missiónina, sum kostaði bin Laden lívið, kemur bókin eisini inn á uppvøksturin í Alaska, hørðu leiðina inn í Navy Seals og aðrar missiónir, hann hevur veirð við í.

Sambært New York Times verður bókin í fyrsta umfari prentað í 400.000 eintøkum, og útgevarin roknar við, at talan verður um ein bestseljara.