Hondbóltur
Seinni hálvleikur hjá StÍF-kvinnunum sunnudagin var ein av teimum heilt tungu hjá liðnum. Fyri steðgin hevði StÍF enn einaferð prógvað, at liðið veruliga er komið fyri seg, og við at ansa eftir kontra-vápninum hjá Neistanum, megnaðu tær at toga seg nakað fram.
Tað vendi tó eftir steðgin. Kanska serstakliga tí Fríða Petersen mest sum alt fyri eitt hevði nakrar fíinar bjargingar. Eina løtu fekk hetta StÍF-kvinnurnar at missa høvdið, soleiðis at álop vórðu endað óneyðuga skjótt, og tað var nóg mikið hjá Neistanum. Hóast tær eisini misnýttu nakrar ferðirnar, so megnaðu tær at toga seg framum, og tá tær um miðjan seinna hálvleik skoraðu fýra ferðir á rað, var leyst og liðugt.
Sigurin ber við sær, at Neistin nú er einsamalt oddalið í Sunset-deildini, har tær tó hava spælt ein dyst fleiri enn Stjørnan.
StÍF er enn ikki komið heilt nær oddinum, men verður hugt yvir eitt longri tíðarbil, er framgongdin á liðnum stór. Seinastu kappingarárini hevur miðvíst verið arbeitt við at menna egnar spælarar, og tað arbeiðið tykist nú geva ávøkst. Somikið væl, at liðið nú hevur fingið bulin veruliga upp á pláss, og tað er væl hugsandi, at liðið við rætta styrkinum veruliga kann bjóða av í oddinum komandi árini.
Fakta um dystin
StÍF-Neistin 21-24 (13-11)
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 8(2), Poula D. Olsen 4, Rósa Johannesen 3, Ninna K. Johansen 3(1), Malan Petersen 1, Bára B. Danielsen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6, Katja Eigeman 5(2), Ása á Neystabø 4, Rakul Augustinussen 3, Louisa Niclasen 2, Annika Thomsen 2, Gunnvá Brockie 1, Heidi Maria Akselsen 1
Brotskøst: StÍF 3, Neistin 3
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 1
Dómarar: Uni & Hannis Wardum