Fríða: Vónbrotin av úrslitinum

HM-undankapping á Hálsi: Føroyski málverjin var tó sera væl nøgd við avrikið hjá føroysku kvinnunum

Føroyska landsliðið í kvinnuhondbólti, sum á fyrsta sinni nakrantíð spælir á heimavølli í einari HM-undankapping, tapti í kvøld 21-19 ímóti Makedonia. Ein av heilt stinnu, føroysku kvinnunum var málverjin Fríða Petersen, sum spældi allan dystin á tamb og hevði fleiri góðar bjargingar. Føroyski málverjin iðrar seg tó um, at avrikið ikki rakk til stig.

 

- Eg eri sera vónbrotin av úrslitinum. Tó eri eg sera væl nøgd við okkara avrik, har vit serliga standa sera væl í verjuni. Vit spæla ein ómetaliga góðan dyst, og eg haldi, at vit sjálvar eru ovfarnar av, at vit spældu so væl. Men har vóru nakrar yvirtalsstøður, sum vit ikki gagnnýttu nóg væl, har vit høvdu skulað verið neyvari, sigur Fríða Petersen við in.fo.

 

Spurd um støðið á skjúttunum hjá Makedonia í mun til tað, sum málverjin hjá neistakvinnum er von við í Hvonndeildini, sigur hon, at tað var heldur øðrvísi.

 

- Serliga vengurnir hjá Makedonia skutu betri enn tað, sum eg eri von við at spæla ímóti. Eg hevði ynskt, at eg hevði havt einar tvær-tríggjar bjargingar afturat, men eg haldi meg vera nøgda við mítt egna avrik.

 

Føroyar spæla sín næsta HM-undankappingardyst ímóti Íslandi í morgin. Dysturin byrjar klokkan 17 í høllini á Hálsi.