Arbeiðsmarknaðargranskarin Julianna Traser á lærda háskúlanum í Szeged í Ungarn hevur fyri ECAS (European Citizen Action Service) gjørt eina kanning av avleiðingunum av innfluttari arbeiðsmegi úr Eysturevropu, nú átta eysturevropisk lond eru vorðin partur av ES.
Áðrenn hesi átta gjørdust limir í ES vóru røddir frammi um, at arbeiðarar úr hesum londum, fóru at skapa nýggj stættarsamfeløg og sosiala dumping. Tí hava fleiri av EU londunum gjørt skipanir at forða arbeiðsmegini at ferðast frítt.
Stórabretland er millum londini, sum hava latið mest upp. Her vísa tøl, at minni enn 0,4 prosent av samlaðu arbeiðsstyrkini kemur úr A8 londunum, sum nýggju limalondini verða rópt. Og mett verður, at landið hevur vunnið 500 mió. pund seinasta árið av fría arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsmegin kemur í fyrstu atløgu í størv, sum frammanundan eru trupul at manna, bæði faklærd og ófaklærd. Støðan í Írlandi er lík tí í Stórabretlandi, stendur á heimasíðuni hjá vinnuhúsinum, www.industry.fo