Fráboðan frá Blaðmannafelagnum

Føroya Blaðmannafelag tekur frástøðu frá teirri skriving, sum í seinastuni hevur verið í blaðnum Oyggjatíðindi, har privatlívið hjá navngivnum persónum verður kunngjørt við ranguni út.
Gjørt verður kunnugt, at henda skriving er ikki framd av limum í Føroya Blaðmannafelag.

Nevndin fyri Føroya Blaðmannafelag