Vestanstevna
Miðvági:Vestanstevnuskráin er fjølbroytt, og ymisk tiltøk eru á skránni, sum ikki eru roynd fyrr. Eitt nú ber til at keypa sær ein reka og vinna eina familjufeðr til Noregs, um ein er heppin.
At keypa sær ein lutaseðlareka, er ikki nakað, tey hava hoyrt um fyrr, siga tey, sum fyrireika Vestanstevnuna. Men tey vænta, at nú fer hvør maður í Vágum at royna at gera Sámali Mathiasi kynstrið eftir og vilja vera besti rekamaður á staðnum.
Søgan er tann, sigur Sólfríð Fjalsbak, formaður í stevnunevndini, at tey fara at selja lutaseðlar á kr. 100,- undan stevnuni. Við hesum seðlinum fylgir ein træpinnur, sum hevur sama nummar sum seðilin. Hetta træið verður ikki latið út saman viðseðlinum, men goymt til seinnapartin sunnudagin, tá ein sonevnd rekakapping verður í Ósanum.
Undirhald verður í Ósanum, har byrging verður gjørd um ánna. Partur av hesum tiltakinum er, at hesir træpinnarnir verða sleptir í ánna oman fyri Bygdarhúsið og skulu so reka oman á byrgingina. Tann rekin, sum fyrstur verður á mál, vinnur høvuðsvinningin. Aðrir vinningar vera eisini.
Tað ræður um at skunda sær at keypa seðil, tí talið er avmarkað, sigur stevnunevndin.
Framsýningar
Umframt traditionellu tiltøkini sum Tivoli og ítróttartiltøk av ymsum sløgum, bjargingarroynd, møti og dans, verða eisini ymsar framsýningar á Vestanstevnu.
Sunnudagin klokkan 14.00 fara seyðahundar ymsataðni úr landinum at vísa síni kynstur, tá teir fara at reka seyð á fótbóltsvøllinum. Hendan framsýningin er samstundis kapping millum hundarnar.
Tríggjar aðrar áhugaverdar framsýningar verða eisini á stevnuni, siga fyrireikararnir.
Í Bygdarskúlanum verður ein listaframsýning, har fleiri kend og minni kend listafólk fara at vísa síni verk fram.
Men eisini annað áhugavert verður at síggja í skúlanum á Vestanstevnu.
Fólk hava ymisk áhugamál, og summi hava góðan hug at samla. Bæði líkt og ólíkt. Og tá savnið verður nóg stórt, gerst tað mangan áhugavert hjá øðrum at síggja.
Soleiðis fer at bera til á Vestanstevnu at síggja søvn av lyklaringum, salt- og piparbússum, kannum, eins og Føroya størsta ølsamling eisini veður víst fram hesar dagarnar.
Á pallinum verður livandi tónleikur. Atgongumerkið til framsýningina í skúlanum kostar 30,- krónur. Børn sleppa ókeypis inn saman við vaksnum.
Í kjallarahæddini hjá Godtfred Joensen fer Malan á Lofti, sum er nýútbúgvin sniðskeri, designari, at sýna fram klæði, hon hevur gjørt. Alt tilfarið, hon brúkar, er føroyskt.
Millum tað, sýnt veru fram, er eisini høvuðsuppgáva hennara, sum gjørd varð í amband við próvtøku, og sum fekk sera góðan karakter.
Eisini hesa framsýningina kostar tað kr. 30,- at síggja, eins og børnini sleppa ókeypis inn saman við teimum vaksnu.
Ein triðja framsýning, sum er á Vestanstevnu, verður á Ellisheiminum. Hon sýnir samferðslu fram gjøgnum tíðina.
Tá hugsað og tosað verður um samferðslu í Vágum í dag, er tað umframt flogvøllin serliga Undirsjóvartunnilin, hugsað verður um. Og á framsýningin á Ellisheiminum verður eisini nógv at síggja, sum lýsir gongdina við undirsjóvartunlinum frá hugskoti fram til dagin í dag. Eisini her er kostnaðurin settur til kr. 30,-, og børnini sleppa ókeypis inn saman við vaksnum fólki.
Fundir og konsert
Hóast Vestanstevnuskráin byrjar longu hóskvøldið, verður stevnan sjálv sett leygardagin klokkan 14.00. Tað verður Jóan Pauli Frederiksen, borgarstjóri í Miðvági, sum fer at seta stevnuna.
Sum slíkur stevnum líkt, verður eisini midnáttarsamkoma leygarkvøldið. Byrjað verður við kyndlagongu klokkan 23.30. Midnáttarrøðuna fer Ronald Poulsen at halda, og aftan á verður fýrverkarí at síggja.
Sunnudagin klokkan 18.00 verður fólkafundur á Tungu, har útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, fer at halda røðu. Tá hann er liðugur at røða, verður tikið saman í ring, og onkur vísa verður kvøðin.
Ymisk tónleikatiltøk verða eisini á stevnuni. Gospelkonsert verður uttan fyri Filadelfia leygarkvøldið klokkan 21.00, har bólkarnir "Z-Free" og "MMM" fara at spæla. Aftan á verður opið hús í Missiónshúsinum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður á Vestanstevnu konsert í ítróttarhøllini á Giljanesi. Hon verður á midnátt leygarkvøldið, og har fara bólkarnir "All That Rain", "Side Effect" og "Flux" at spæla.
Eisini verður dansur í Miðvági á vestanstevnu. Hann verður í tjaldinum, sum sett verður upp á hondbóltsvøllinum. Fríggjakvøldið fer "All That Rain" at spæla. og leygarkvøldið verður tað "Bimbs". Eisini sunnukvøldið verður dansur í tjaldinum.
Umfram verður ein hópur av tiltøkum. Bæði vanligum stevnutiltøkum sum Tivoli, bóltkappingum eisini og meira forkunnugum, at uppliva á stevnuni. Tey síggjast í stevnuskránni, sum er prentað aðrastaðni í blaðnum.