Fráfarandi stjórin er vónbrotin

Jens Christian Olsen væntar eina positiva vend fyri Fiskamarknað Føroya, nú fiskiskapurin tykist batna, men hann heldur ikki, at politiska skipanin hevur víst serligan áhuga í at tryggja kapping um fiskin, tí øll lógarásett krøv um at selja um uppboðssøluna eru tikin burtur. Hann er vónbrotin av politisku skipanini og teimum mongu seljarunum og keyparunum, sum leypa uppboðssøluna um

Best er, um vinnan sjálv finnur út av at brúka uppboðssøluna, men henni er ikki lív lagað í ringum tíðum, um ongi krøv yvirhøvur eru til aktørarnar í vinnuni um at brúka hana. Tað heldur Jens Christian Olsen, fráfarandi stjóri á Fiska­marknaði Føroya – einasta upp­boðs­søla av ráfiski í landinum.
Ein av hansara seinastu og truplastu upp­gávum í stjórasessinum var at siga trimum av fimm starvsfólkum úr starvi. Orsøkin var útlitini til stórt hall í 2013 omaná hallið á 340.000 krónur, sum var úrslitið í 2012.
Roknskapurin fyri 2013 er ikki almennur enn, og Jens Christian Olsen vil ikki út við úrslitinum fyrr enn tað hendir, men tað er greitt, at hallið verður størri enn í 2012.

Krøv mugu setast
Í fyrsta lagi má vinnan – fiskaseljararnir – standa saman um uppboðssøluna fyri at tryggja, at krambúðin hevur nakrar vørur at selja, men fráfarandi stjórin heldur eisini, at gongdin seinastu árini bera prógv um, at tað eisini er neyðugt við lógarkrøvum, um politikararnir ynskja kapping um rávøruna.
– Síðani 2005 hevur niðurgongd verið í fiskivinnuni, tá tað snýr seg um botn­fiskin, og eftir 2008 hevur talan verið um veruligt bakkast. Orsøkin er bæði heims­fíggjarkreppan, ið hevur elvt til prísfall, og vánaligur fiskiskapur. Samstundis er talið av keyparum støðugt minkað seinastu nógvu árini, og alt hetta hevur havt við sær, at mongdin av fiski, sum verður handlað um uppboðssøluna bara er minkað. Men heldur enn at virka fyri framhaldandi kapping um rávør­una og príssgjøgnumskygni hevur politiska skipanin slept øllum teimum krøv­unum og ásetingunum, sum fyrr hava verið fyri at tryggja hesa kappingina, sigur hann.

Lítil politiskur áhugi
Her sipar Jens Christian Olsen millum annað til gomlu krøvini um, at skipini skuldu selja ein part av veiðuni um ein føroyska upp­boðs­sølu – við øðrum orðum Fiska­marknað Føroya – og at óvirkaður fiskur ikki mátti flytast av landinum, uttan at hann fyrst hevði verið um uppboðssøluna.
– Nú eri eg bjartskygdur aftur, tí nú sær út til, at fiskiskapurin tekur seg upp aftur, so meira kemur upp á land. Men trupulleikin er, tá lítið er av fiski. Frammanundan verður meginparturin av botnfiskinum jú seldur bein­leiðis til virkini, sum sjálvi eiga ein stóran part av heimaflotanum, og alt ov nógv av hinum skipunum leypa eisini uppboðssøluna um, og brúka hana bara til at miða seg eftir við­víkjandi avreiðingarprísinum. Tí eru krøv um at selja um uppboðssølu serliga tiltrongd í niður­gangstíðum, men politiski áhugin at stuðla undir kappingina er bara minkaður, sigur frá­farandi stjórin á Fiskamarknaði Føroya.

Seljarar svíkja
Hann dylir ikki, at hann er vónbrotin av teimum fiskaseljarunum – reiðaríunum – sum ikki eru partar av flakavirkjum, men sum kortini leypa uppboðssøluna um og heldur gera fastar søluavtalur við virki.
– Allir siga seg ynskja uppboðssøluna og halda hana hava alstóran týdning, sum ongin kann vera fyri uttan. Men hjá nógvum knípur tað bara við at brúka hana til annað enn ein hentan mátistokk fyri, hvønn prís skipini kunnu krevja í beinleiðis sølu til virkini, stað­festir Jens Christian Olsen.
Hann skilir eisini sera væl, at tey flestu vilja hava, at uppboðssølan er til, tí hann ivast ikki í, hvørjar avleiðingarnar verða, um Fiska­marknaður Føroya skuldi komið í eina so svára kreppu, at uppboðssølan helt upp at.
– Fiskurin hevði verið seldur, áðrenn hann varð fiskaður, og vit høvdu aftur sæð stórar mongdir av fiski farið óvirkaðar av landinum, uttan at føroysk virki høvdu havt møguleika at bjóða upp á hann. Skipini høvdu ongan prís fingið fyri smáar nøgdir av annars dýrum fiski, til dømis steinbíti og tungu. Ongin hevði vitað, hvat prísurin átti at verið, og tey smærru virkini, ið ikki eru girað til at keypa heilar lastir, høvdu ikki hórað undan, sigur Jens Christian Olsen.

Reellur prísur
Hann ásannar tó, at uppboðssølan ikki kann metast sum ein púra objektiv skipan, har tað bert eru marknaðarkreftirnar, ið áseta prísin.
– Sjálvandi slepst ikki undan avtalaðum spæli, tá aktørarnir fáa fyrimun av tí, og tað kemur helst eisini fyri hjá teimum, ið keypa á upp­boðs­søluni. Men proformasølurnar, ið vit sóu nógv av fyrr, eru verri enn so til í sama mun longur, tí mannagongdirnar eru broyttar, so pengarnir altíð verða fluttir bein­leiðis til skipið, sum selur, og ongan annan. Samanumtikið ivisit eg ikki í, at prísirnir á uppboðssøluni eru reellir í dag, og tað er altso einasta óhefta prísnoteringin, vit hava, staðfestir Jens Christian Olsen.
Hann segði seg fyrr í ár frá sum stjóra á Fiskamarknaði Føroya og er longu farin í annað starv hjá Taks.