Soleiðis ljóðar herrópið á heimasíðuni hjá Reproz, og ja, Reproz hevur flutt seg frá at bara vera ein grafisk fyritøka, til at verða eitt av teimum størstu samskiftishúsunum í Føroyum. Fyritøkan bjóðar m.a. heildarloysnir innan kunningarvirksemið, sniðhondbøkur, størri og minnið lýsingar- og kunningarherferðir, og ja, eisini grafisk arbeiði og uppseting av bókum.
Hósdagin bjóðaði Reproz áhugaðum virkjum og einstaklingum á kunningarfund um heimasíðuskipanina, sum tey umboða. Skipanin Dynamic Web, er føroyska av Reproz. Tey hava umboða skipanina í eitt sindur longur enn eitt ár. Tey hava longu gjørt heimasíðir til fleiri virkir og feløg, eitt nu Føroya Sparikassa og Føroya Lívstrygging.
Heimasíðugerðin hjá Re-proz hevur higartil komið av sær sjálvum. Virkið hevur ikki gjørt stórvegis søluarbeiðið av skipanini. Allan Dalsgarð og Niels Arge Galán vístu skipanina fram, og teir søgdu: at hetta nú skuldi broytast. Teir hildu, at teir høvdu eina frálíka skipan, og at hon væl kundi kappast við hinar skipanirnar á føroyska marknaðinum, bæði í prísi og góðsku.
Skipanin hevur fyrst og fremst styrki í sínari brúkaravinarligheit. Sjálvur brúkaraparturin er sera lættur at hava við at gera. Eisini hevur skipanin myndaviðger innbygda, og hetta er ikki vanligt í øðrum heimasíðuskipanum. Skip-anin er uppbygd í partar, og til ber at keypa eina størri ella minnið skipan alt eftir tørvinum hjá virkinum.
Dynamic Web er forritað av donsku fyritøkuni Dynamic Systems. Fyritøkan hevur 25 forritarar í starvi og hevur higartil selt skipanir til 1200 fyritøkur og virkið kring heimin. Eisini í so fjarskotnum londum sum Japan.
Tá framløgan var av, var lutakast millum lutakarar-nar um eina heimasíðuskipan. Hepni vinnarin varð Føroya Shell. Umboðið hjá Føroya Shell helt fyri, at nú kundu teir næstan ikki lata verða við, at betra um heimasíðuna hjá sær.