Frá Fullveldi til bommveldi

   

Her í heystfrítíðini høvdu vit útisetar høvi til at hitta mangan høvuðrystandi heimaføroyingin, sum var í Danmark og ferðaðist. Sum onkur helt fyri ? vit koma niður at anda! Persónligur fundur er altíð sera hugalig variatión frá tí møðisligu og heldur ikki bíligu telefonini. Tað, sum gongur aftur í orðalagnum hjá flestu heimafólkum, eg havi prátað við, er, at tey næstan uttan undantak eru deyðiliga leidd og hjartaliga troytt av tí framhaldandi ósømiliga politiska sjónleikinum í landsstýrinum, eitt nú politiska kabarettmanningin leggur frá sær. Lagt kann vera afturat, at tað avgjørt ikki bara eru andstøðufólk, eg havi skift orð við!
Sosiala niðurpíningin er ógvuliga týðulig nú ? sama er við fíggjarliga likviditetinum, hóast henda samgonga hevur etið upp hálvaaðru milliard, sum teir fingu til gávis frá dønum í sambandi við eina so-nevnda bankakreppu. Umsiting og viðlíkahald av landsins framleiðsluamboðum, skipum og bygningum er ein katastrofa. Um ikki olju- og bensingjaldið, hevði verið so nógv fallið, tí amerikanski dollarin til alla lukku er munandi viknaður, hevði veturin blivið strævin og bítandi kaldur at syfta hjá vanligum lønmóttakarum.
Hóast flestøll eru greið yvir, at tað fíggjarliga skvampar og brýtur í bæði borð nú, tá ið fyrst danski blokkurin er skerdur, høvuðsvinnan er í neyðstøðu, útflutningurin minkar og sosialt omanlop hóttir tey ringast staddu, ja, so sita teir ábyrgdarleysu tinganeslókarnir sum kátir smádreingir og spæla sær við dýrum yvirtøkum, leita eftir nýggjum trætumálum við Danmark um onkur hálvfjákut mikroskopisk formalia ella fuska við órealistiskum spøkilsisprojektum, sum ikki sakliga kunnu fíggjast. Hetta er sum at spæla violin, meðan Rómaborg brennir í øsku, eins og keisarin Nero gjørdi á sinni.
VaraHoydal vil ella torir, sum ein annar Per Gynt, ikki at síggja sosiala og fíggjarliga veruleikan rundan um seg og flýggjar tí inn í okkurt óviðkomandi og líkasælt sandkassamál ? beint nú krokar hann saman við inhabila pápa sínum, tí spaklyntu brævrøddini úr London aftanfyri eina óhugnaliga tjóðveldisjura, har feðgarnir skiftast um at byggja ógvisligar hvørviborgir, sum næstan gevur nógvum veljarum totaliterar associatiónir um ein komandi føroyskan politistat.
Tann lítillætni sosialrealistiski filosoffurin, Páll á Reynatúgvu hevur í síni stuttu embætistíð sum ein barbariskur ríðifúti næstan fingið sorlað tað sindrið, sum var eftir av sosialari vælferð í stórum parti av landinum, burtursæð frá sínum egna valdømi.
Serliga barokk er tann kosmetiska fíggjarætlanin, sum fyri tað mesta er órealistiskir ynskitankar. Eingin, heldur ikki fíggjarministarin, Karstin Hansen sjálvur trýr upp á hansara bjartskygdu fíggjarlóg. Hann sigst ikki at hava tikið so frægt sum komandi játtaðar lønarhækkingar við í sínum metingum, so ætlanin er púra fiktiv og kann bara greiðast við kontinuerligum stuðuli frá ørgrynni av eykajáttanum.
Fyri at seta trumf á, vágar finansráðharrin sær saman við tí servila landsbankastjóranum at siga upp danska fíggjareftirlitið, sum annars kundi hildið hesum ævintýrarum eitt sindur í velið. Hetta er ikki bara nasadjarvt, men ótrúliga ábyrgdarleyst ? púra ófatuligt er, at andstøðuflokkarnir ella danska stjórnin lata slíkt um seg ganga. Tað sær út, sum um danir heilt hava uppgivið at tosa fornuft við tað núverandi landsstýrið og bara lata teir sigla sín egna sjógv sum óflýggjaligir óvitar. Er tað nakrantíð, at vit hava havt brúk fyri kønum og hvøssum donskum fíggjareftirliti, so er tað júst NÚ!
Landsbankastjórin hevði fingið nakað av virðing aftur millum manna, um hann tordi at átala fíggjarliga ørskapinum hjá núverandi stýri, men fyribils hevur hann valt at ýla við teimum úlvum, hann ferðast ímillum. Men tigur hann, inntil skrædlið kemur, fær hann sín part av ábyrgdini. Tí átti hann, um hann skal varðveita nakað fíggjarligt trúvirði, sum skjótast at mynstra av tí kollsiglandi landsstýrisskútuni.

Føroyski veljarin verður hildin fyri spott
Men astronomiska metið í frekleika setti tó danski fólkatingslimurin, Tórbjørn Jacobsen, tá ið hann, sum hevur ýlt, skríggjað, ja, beinleiðis níst um fullveldi og føroyskt sjálvbjargni, eyðmýkti seg og fór luskandi á knøunum til donsku stjórnina og biddaði um at fáa danska statslánið, sum bjargaði Føroyum á sinni niður á 0% í rentu, har føroyingar frammanundan hava sera góðar treytir við elalítlum avdrátti. Hetta er so ósmæðin snultan, so stór skomm og so mannminkandi olmussubiddan fyri tjóðveldisflokkin, at tað er einki at undrast á, at fleiri síðani hava nevnt hann landsbiddaran, sum fer burtur í lond at snulta. At harra T. Jacobsen, MF av øllum skal troysta sær at fara hesa trælakendu skammarferð til danir, teir danir, sum hann annars næstan hvørja viku harðmælt og systematiskt spillir út!
Ikki so frægt fult veldi hevði hann á sær sjálvum, at hann fataði, hvussu neyðarslig og hvussu hjálparleys henda ónossliga biddaraferðin var.
Hetta er sanniliga raskur maður, hann fer grátandi til danir, tá ið sansar at egnum trotabúgvi og bønar um hjálp! Slíkt er suverenitetur! Vorðið sum sjálvbjargni! Hvat munnu danir, sum hann hunddálkar í fólkatinginum, halda um sovornan atburð.
Men hetta er ikki einasta hjálpin, hesin fantastur hevur biðið um, nei, hann plagar eisini at leita sær grønlendkska hjálp! Og tað er av hansara ávum, at tveir grønlendskir politikarar eru farnir at leggja seg út í føroyskan heimapolitikk. Hvat billa teir sær inn? Hvar er teirra føroyska mandat? Hvat hevði fólkatingsTórbjørn hildið um, at føroyskir andstøðumenn løgdu seg út í grønlendsk heimapolitisk mál? Annars eru tjóðveldismenn hysteriskt erkvisnir, sjálvt tá ið ein dani sera varisliga kemur við onkrari lítlari viðmerking um føroyskt viðurskifti.
Men fortíðin spøkir! Í tredivunum fór Jóannes Patursson ofta til Noregs eftir »hjálp« og hann fekk ultra-reaktionerar norðmenn at leggja seg beinleiðis út í føroyskan heimapolitikk. Tað var, eisini av egnu partamonnum hansara, hildið at vera sera óklæðiligt. Serliga áhugavert er at festa seg við, hvørjar menn Jóannes Patursson so ofta ráðførdi seg við í Noreg ? tað vóru t.d. menn á chauvinistiska málgagninum, Tidens Tegn ? flestu lesarar vita allarhelst, hvar tað høgrablaðið stóð, og hvar menninir á tí blaðnum stóðu politiskt.
Annars var, sum ofta fyrr nevnt, ein norskur docentur javnan og vitjaði feðgarnar Patursson undan krígnum. Docenturin, sum var kendur danahatari, skuldi leggja feðgunum lag á, hvussu teir skuldu fáa loysing frá Danmark. Hetta var eisini, eins og við grønlendingunum hjá Tórbirni vamlislig uppílegging í føroyskan politikk. Men líka so nógv teir harðmæltu Patursson-menninir reypaðu av norska docentinum áðrenn kríggið, líka so steintigandi vóru teir um norska vinmannin eftir kríggið, tí ólukkutíð ? loysingardocenturin var ein av teim-um allarfyrstu norðmonn-um, sum varð dømdur fyri nazistiskt landasvik í 1945 á Ákershús festningi uttan fyri Oslo. Tað er altíð bæði ómansligt og ússaligt at fara út í onnur lond at fáa sær hjálp móti dønum ella egnum landsmonnum.

Køld og beisk tíð fyri framman
Tað er framvegis ótrúligt, at kyniskir tjóðveldismenn undirvurdera føroyska veljaran so grovt, at teir halda, at tað ber til at krógva fyri fólki, at landið stýrir stavnbeint móti álvarsomum fíggjarligum og socialum ragnaroki við at kyrra fólk við nationalum rakstrarrópum og við at brandskatta smábørn og diabetikarar við primitivum bommtolli. Men tað er fyri fólkaheilsuna skyld prædikar finansgeniið, Karstin Hansen.
Veljarar heima, eins og her eru ikki bara ovfarnir, men beinleiðis forargaðir um, hvussu apatiskir og steintigandi fjølmiðlarnir eru um ábyrgdarloysi, ódugnaskapin, hjálparloysið og tað vitleysa politiska cirkus, sum bæði varaløgmaður, socialministarin, pengaministarin (tað er hann við bommunum) og fólkatingsumboðið skipa fyri. Hví eru journalistar okkara so landsstýrislýdnir ? eru teir ræddir ella eru teir bara ódugnaligir? Hvar er hitt fjórða valdið, sum skal avdúka teir populistisku makthavararnar? Tað hevur undrað mangan eygleiðara, at so leingi Edmundur Joensen var løgmaður, troðkaðust goyggjandi miðlamenn á Tinganestrappuni við mikrofonini niðri í hálsinum á Edmundi, so hann illa slapp til døgurða fyri teimum, sum teir inkvisitoriskt forhoyrdu og tráspurdu hann um næstan alt, og hann skuldi svara beinanvegin.
Men so skjótt sum full-veldisgongan kom út í landsstýrið hevur verið annað lagið! Tá vórðu landsstýrismenninir knappliga púra friðaðir og settu sjálvir dagsskránna um nær og hvussu, teir vildu spyrjast, og Tinganestúnið gjørdist at kalla eiðasørt fyri forvitin miðlafólk! Blaðmenninir eftirlíkaðu teimum sum lýdnir hundar. Í dag sæst ikki blaðmaður í Tinganesi av sínum eintingum. Naskir spurningar verða ikki stillaðir!
Tað eru sjálvsagt ljósár millum ódámliga revolvarajournalistikkin í Edmundar tíð, og so tann undirbrotliga trælasiðin, sum nú ræður millum føroyskar blaðmenn, ið skulu vera kritiska vaktarliðið yvirfyri makt- og stýrismonnum. Men søgan fer einaferð at fella ein harðan dóm yvir teir feiku og talentleysu føroysku journalistar, sum ikki hava civile courage og lutvíst hava skyldina av, at henda landsstýrisgonga higartil hevur fingið so lætt spæl, og fyrst nú verður spakuliga avdúkað. Einki varar, heldur ikki ein tyrannisk politisk samgonga. Journalistar kunnu í tólvta tíma fáa nakað av sínum søguliga trúvirði aftur, men tað hastar hjá teimum!
Kanska eru miðlamenn so helslignir av føroyska gerandisveruleikanum, at teir hvørki vita út ella inn ? eru teir miðskeiðis í eini fjákutari komediu, ella eru teir vitni til eina ræðuliga tragediu? Ja, valið er teirra, men landspolitikkur kann kortini ikki loypast um! Teir áttu at stúrsa líka so nógv sum vanligi veljarin um, at tað breggjandi fullveldi er reducerað til fjaðursárt klynkandi bommveldi.
Tað er paradoksalt, men meðan fullveldið í síni tíð varð lýst sum eitt problemfrítt túsundársríki við suk-ursøtum, næstan ævigum sunnudags-romantikki, verður tilstundandi bomm-veldið ikki lýst sum einans søtur idyllur ? og hesu ferð lýgur landsstýrið tíanverri ikki ? tvørturímóti, nú stundar móti køldum, svangligum og súrum gerandisdegi.
Men bjartskygd fólk kunnu kortini ugga seg við, at alt hevur sína tíð og várið kemur aftur, sjálvt eftir beiskan vetur, sum tikið verður til í niðurlagnum á gamla týska schlagaranum:

Es geht alles vorüber
es geht alles vorbei.
Auf jeden dezember
volgt wieder ein Mai.