Frá gamla Sjóvinnubankanum til Kaupthing

Peter Holm fekk sítt studentsprógv á studentaskúlanum við Gøtugjógv, og sína bankaútbúgving í gamla Sjóvinnubankanum. Hesi eru bæði farin í søguna. Í dag er Peter stjóri í einum nýmótans banka, sum hevur staðfest sína sterku støðu í 21. øld.

Mamman Ingibjørg er úr Fuglafirði, og pápin Jens er úr Danmark. Men Peter Holm, og 2 ára yngri bróðurin; Jan Otto Holm, sum eisini starvast hjá Kaupthing traðkaðu sínar barnaskógvar í Syðrugøtu. Bygdin, sum næstan er blivin hvørsmans ogn, meðan G-Festivalurin er, var barndómsins óspilti heimur hjá Peter. Góðu barnaárini gingu skjótt, har spælið niðri við sandin og í fjøruni høvdu sín nátúrliga lut hjá bygdardronginum. GÍ fylti eisini nógv barna- og ungdómsárini. Fyri ein smádrong var tað ein langur spákitúrur at ganga úr Syðrugøtu, og til Norðragøtu fyri at kunna sleppa at spæla bólt í Sarpugerði. Men hetta var ein sjálvsagdur lutur hjá Peter, sum tað hevur verið hjá so mongum ungum og børnum í Gøtunum. Peter stóð nógv í málinum hjá GÍ, kappingarárið 1985, og eisini seinni í áttatiárunum. Men tá GÍ vann FM-heitið í 1986 spældi Peter á besta liðnum hjá hálvu bygdarmonnunum í Fuglafirði. Fuglafjørður var eisini eitt av barndómsins paradísum hjá Peter og Jan Otto. Peter hevur serliga góð minnir frá abbanum; Otto Eliassen. Hann og Jan Otto ferðaðust mangan inni í Fuglafirði, sum smádreingir. Tað skuldi tó eydnast Peturi at vinna eitt FM-heitið við ÍF í 1989. Men tað var ikki í fótbólti, men í flogbólti har ÍF hevur gjørt meiri um seg.

 

Samanhaldið við Gøtugjógv

 

Petur fór í 1. flokk í 1975, og gekk hann 1. til 7. flokk í fólkaskúlanum við Gøtugjógv. 8. og 9. flokk tók hann á felags framhaldsdeildini í Fuglafirði. Í 1984 fór Peter í 1.g í Studentaskúlan, sum tá lá við Gøtugjógv. Tey vóru triðji studentaárgangurin, sum gekk í Studentaskúlanum við Gøtugjógv. Umstøðurnar vóru trongar, og merktar av, at skúlin var eitt tátíðar pilotprojekt. Albogarúmið var ikki stórt, men tað var hjartarúmið harafturímóti. Tey sum gingu á Studentaskúlanum við Gøtugjógv høvdu eitt serligt samanhald. “Eg taki synd í teimum, sum ganga í Kambsdali í dag. Víst hava tey betri umstøður og fasilitetir. Men tey eru ikki í námind av tí felagsanda og samanhaldi, sum vit høvdu, sum gingu við Gøtugjógv.” sigur Petur sælur av góðum ungdómsminnum.

 

Yrkisleiðin ikki heilt greið

 

Yrkisleiðin hjá Peter lá ikki heilt greið meðan hann gekk á Studentaskúlanum. Hann lá og vigaði millum søgu, datalogi og verkfrøði. Hann hevði stóran áhuga fyri øllum trimum. Tó valdi hann at fara í læru í gamla Sjóvinnubankanum. “Læt meg líka royna hetta her” var tankin tá hann fór í læru í 1987. Peter minnist, at gamli lokali stjórin í Sjóvinnubankanum í Fuglafirði, var millum teir, sum grunaðu hvat kundi fara at henda við føroyska búskapinum. “Hetta gongur einaferð galið” plagdi Ditlev Róin at taka til. Og í 1992 gjørdist illgrunin til veruleika. Peter fekst nógv við EDB-tøkni meðan hann var í Sjóvinnubankanum, og hetta beindi hann á útbúgvingina HA-DAT, ella eisini nevnd: DØK, sum er ein stytting fyri “Datalogi og økonomi”. Peter tók prógv sum DØK'ari í 1992. Hesi árini gjørdist yrkisleiðin greið fyri Peter. Honum fór at dáma at lesa finansiering og roknskap. Árini 1992-1995 var hann tað ein nevnir: lánsbrævagreinari á Bikuben Børs í Keypmannahavn. Hesi árini var hann bæði í fulltíðar starvi, umframt at lesa. “Lesturin var meiri at kalla eitt ítriv” hesi árini sigur Peter smáflennandi. Men umfatandi arbeiðið við lánsbrøvum tendraði ein neista, sum seinni gjørdist ein logi. Heimafturkomin í 1995 gjørdist Peter deildarstjóri fyri fíggjardeildina hjá Føroya Banka. Í 2000 gjørdist Peter stjóri í Kaupthing Bank, og hevur hann ført bankan trygt og væl inn í 21. øld.

 

Slapp væl undir kreppuni

 

Peter las niðri meðan búskaparkreppan var uppá tað ringasta í Føroyum. Á Bikuben Børs høvdu tey samskifti við onkur føroysk viðskiftafólk. Men annars sigur Peter, at persónliga merkti hann ikki nógv til kreppuna. Hann bleiv konfronteraður við henni, tá hann var heima í jólafrí- og summarfrí. “Eg skal viðganga – hóast tað kann tykjast løgið at siga so – at tað nívir meg eitt sindur, at eg ikki merkti kreppuna meir á egnum kroppi. Tað hevði givið mær ein førning, sum hevði bjálvað meg betri til verri tíðir.”

Eitt forkunnugt sjónarmið, sum blaðmaðurin ikki hevur hoyrt fyrr. Peter er tó avgjørdir um, at 1992-kreppan alt ov ofta verður nýtt, sum ræðslukampagna og undanførsla. Ofta eisini, sum ein mental bremsa, at nú mugu vit í Føroyum høgga bremsurnar í, og ansa væl eftir o.s.fr.. Trupuleikin í føroyska samfelagnum er ikki, at tað gongur skjótt og væl við búskapinum, men at vit ikki greiða trupuleikarnar, sum føroyska samfelagið dragist við. Her nemur Petur við spurningin um útlendska arbeiðsmegi, sum sá út til at verða loystur til 1. januar 2008, men nú knappliga er alt blakað út í óvissuna aftur. Mangulin uppá útlendska arbeiðsmegi er skríggjandi eftir Petersa tykki. Peter siterar inngangsrøðuna hjá Jóhan Páll Joensen á Vinnudegnum: “Hvat er serstakt fyri Føroyar? Jú vit drepa grind, vit hava seyð gangandi í brattastu skorum, og landsliðið tapir hvørja ferð. Og so snakka vit, uttan at handla!”

 

Fyrimynd og ræðumynd

 

Sum stjóri í Kaupthing Bank hevur Peter sjálvsagt havt nógv samstarv við íslendingar. Eitt sum irreterar Peter er at hoyra uppá ávísar føroyskar og danskar røddir, sum endurtaka uppí saman: “At nú fer at ganga galið í Íslandi!”. Peter er avgjørdur: “Hatta hava hasir svartsíggjarnir sagt líka síðan ár 2000. 7 ár eru farin, men higartil hevur tað gingið væl. Peter hoyrir dagliga nógv um íslendsku innrásina í Føroyum og annars um íslendsku útrásina frá fólki, sum hann møtir. "Tað løgna er, at tað mangan eru somu fólkini sum bæði hava Ísland sum fyrimynd og ræðumynd. Tey halda at íslendingar klára seg gott, at tað er flott at teir kunnu gera so nógvar íløgur, men at teir annars ikki skulu vísa seg her. Tað ljóðar sum ein andsøgn". Peter hevur ikki nakra meining um Ísland, sum politiska fyrimynd ella ræðumynd. Men tá tað kemur til tað vinnuliga, og tá tað kemur til altjóðageringina er Ísland ein fyrimynd fyri Peter. Teir hava fingið nógv ting í lag, sum føroyingar bara ganga og snakka um. Føroyskir politikarar seta onnur í gongd, í visjónsbólkum, uttan at gera nakað nevnivert sjálvir. Peter ætlar tó, at Kaupthing skal hava eina sterka støðu, bæði globalt og lokalt. Á Kaupthing ætla teir ikki at bíða eftir 2015!

 

 

 

FAKTA

 

Navn: Peter Holm

Føðingardagur: 4. november 1968

Bústaður: Millum Gilja 2 í Hoyvík

Hjúnarstøða: Giftur Fridu (fødd Andreasen) av Toftum

Børn: 3 børn tilsamans

Starv: Stjóri í Kaupthing Bank

Útbúgvingar: Matematiskur Studentur frá Gøtugjógv í 1987, útlærdur í gamla Sjóvinnubankanum í 1989, HA/DAT ella DØK (Datalogi og økonomi), prógv í 1992, Cand. Merc-FIR (Finansiering og regnskab), prógv í 1995.

 

 

 

 

Telefon: HTC 710

 

Bilur: Audi Q7

 

Slips: Óteljandi mong

 

Sethús: Upprunaligt byggiár: 1989. Keyptu tey í 2005

 

Lestrarstarv: Frá 1992 í í Bikuben Børs. Talan var bæði um fulltíðar starv, og lestur. Starvið fór við so nógvari tíð, at lesturin gjørdist meir eitt ítriv at kalla. Áðrenn tað forvann eg manga góða krónu á Havsbrún í ferium.

 

Fyrimyndir: Ígjøgnum tey ymisku tíðarskeiðini lívinum havi eg fingið íblástur frá mongum fólkum. Eg havi tó onga beinleiðis fyrimynd.