Jóhannus M. Olsen, formaður í felagnum, sum umboðar línuskipaflotan, sigur, at árið í ár hevur roynst heldur frægari enn árið í fjør, sum var eitt vánaligt ár. Hann ásannar, at enn vantar tó nógv í áðrenn teir, sum eiga línuskipini, kunnu siga, at raksturin er góður.
Meðan veiðivirðið hjá einum miðal línuskipi í fjør lá um einar 8 miljónir krónur, sum er ógvuliga vánaligt, metir formaðurin í Felagnum Línuskipum, at hetta tal í ár liggur um einar 10 miljónir krónur.
- Eftir summarfrítíðina í ár fingu línubátar nakrar heldur frægari túrar, samstundis sum heldur meiri fekst fyri fiskin. Hetta var ikki tað heilt stóra lopið, hvørki í veiði ella prísi, men tað gjørdi mun. Eg vil siga, at hevði heystið ikki roynst so frægt, sum tað gjørdi, hevði árið í ár verið líka so vánaligt, sum árið í fjør var.
Men tíverri fyri línubátarnar helt fræga gongdin sær ikki til ársenda.
- Vit hava skilt, at teir, sum framleiða saltfisk, hava fingið trupulleikar við onkrum evni, sum brúkt verður í framleiðsluni. Hetta hevur elvt til, at tað, sum keypararnir vilja lata fyri fiskin, hevur verið heldur minni enn í byrjanini eftir summarfrítíðina og í byrjanini av heystinum.
Jóhannus M. Olsen vísir á, at gongdin hjá línubátunum er ymiskt, og ymiskt er soleiðis eisini, hvussu hetta árið hevur vignast.
- Í fjør var Kambur, fyrrverandi Jógvan Norði, besti línubátur við einum veiðivirði, sum táttaði í 16 miljónir krónur. Á øðrum plássi var Stapin, sum fiskaði fyri slakar 14 miljónir krónur.
Formaðurin í Felagnum Línuskipum sigur, at teir, sum liggja ovast í ár, liggja hampiliga væl fyri, og millum hesar teljast ivaleyst somu bátar, sum í fjør, umframt at eitt nú línuskipið Klakkur hevur gjørt eitt rímiliga gott ár í ár.
Jóhannus M. Olsen vísir á, at tað vil altíð vera soleiðis, at nøkur skip roynast betri enn onnur, men samanumtikið er raksturin hjá línuskipum ikki nóg góður.
- Vit hava havt nøkur vánalig ár, og tað skal nógv til fyri at rætta upp á gongdina hjá fleiri av skipunum. Tí kunnu vit bara vóna, at gongdin í komandi ári verður væl betri enn í ár, sigur hann.