Bólkurin India legði fyri. Undirritaði náddi ikki at fáa alla framførsluna við, men tað sindri sum eg hoyrdi var harður rokkur, sum kanska hevur røtur aftur í 80´unum. Tað vóru heilt fá fólk á staðnum tá ið India løgdu út, og hetta darvaði tíanverri upplivingina nakað.
Næstir á pallin vóru lokalu hetjurnar í bólkinum Forgery. Heilt lokalir eru teir kortini ikki, tí teir eru úr Tvøroyri. Tó so tóku áhoyrarar heilt væl ímóti Forgery, sum spæla rokk av tí góða gamla slagnum.
For %¤#!?&#, vit mugu hava hesar til Havnar at spæla!. Orðini eigur oddamaðurin í bólkinum Marius, sum stóð og lýddi á Forgery. Tað er sum at hoyra teir bestu mannligu 80´bara sangararnir aftur, tá ið Jens Arne Leo syngur. Hann hevur tann eyðkenda vibratoin, tær eyðkendu hæddirnar og teir eyðkendu myrku tekstirnar, sum Iron Maiden, Halloveen og aðrar hetjur í 80´árunum borðreiddu við. Sangarin í Forgery var púra dominerandi á pallinum, hóast at hann ikki gjørdi nógv burturúr sambandinum við áhoyrararnar. Hansara feitu gávur sum sangari var nokk til, at hann gjørdist tað mest minniliga við Forgery konsertini.
Bólkurin byrjaði konsertina við eini forritan, sum legði upp til eina rokkuta konsert. Har vóru byrsur og onnur kríggjsljóð at hóma, og stílurin var soleiðis lagdur. Samanumtikið var hetta ein fín konsert.
Bólkurin hjá Brandi Enni var vælumtóktur
Brandur Enni vísti enn einaferð, at hóast sín unga aldur er hann ongin ársungi, tá ið tað snýr seg um at skriva og framføra tónleik. Hansara fangandi niðurløg geva áhoyrarunum góðar sømdir til at njóta tónleikin, tí at tú trallar við løgunum beinanvegin.
Hóast Brandur er oddamaðurin í bólkinum, so skal man minnast til, at hann ikki er einsamallur um at framføra tónleikin. Bólkurin Anytime er mannaður við ungum monnum, og tað leggur tú eisini merki til. Teir eru ikki heilt samanspældir enn, men tað kemur við tíðini.
Røddin hjá Brandi er útviklað heilt nógv, og hann er í dag ein veruligur klassasangari. Hansara klangur er ógviliga góður og hann torir at syngja ígjøgnum. Harafturat liggur so væl fyri hjá honum at fáa samband við áhoyrarin, tí hann er opin og smæðist ikki fyri at práta millum løgini.
Haðani skal ljóða eitt stórt bravo til teir ungu mennirnar í Anytime.
The Dreams fingu lív í
Tá ið The Dreams komu á pallin gjørdist ein beinanvegin greiður yvir, at teir eru mestsum stjørnur í Føroyum. Teir hava eina festliga her koma vit attitydu, og hon leggur ein óhátíðarligan dám yvir teirra framførslu.
Tú skuldi hitt hann ein sjeik so fittan. Vit eru von at hoyra Nalju og Poppkorn syngja hetta lag. Men nú hava punkarirnir í The Dreams eisini tikið henda slagarin til sín. The Dreams hava júst givið út eina fløgu, við forpunkaðum útsetingum av føroyskum slagarum, og hetta er nakað sum føroyski ungdómurin dámar. Tey ungu geylaðu við teimum, og bólkurin var tann fyrsti sum fekk veruligt lív í mannamúgvuna.
The Dreams spæla sera væl. Teir drøna avstað við teirra títta tónleiki, og teir er sera beinraknir í sínum tónleiki. Har er ikki so nógv fjas í tónleikinum. Teir koyra bara ahead. Sjálvur haldi eg, at teirra spælistílur er rættiliga einstáttaður, men tað tykist sum um, at tey yngru dáma tað rættiliga væl.
Deja Vu tá teir eru bestir
Eg havi altíð verið av tí fatan, at Deja Vu eru bestir tá ið teir hava gott, stórt ljóð. Tað fingu teir á Jóansøkufestivalinum, og hetta var tann feitasta Deja Vu konsertin, eg havi hoyrt í longri tíð.
Hóast tað sindri av fólki ið eru á festivaløkinum ikki ordiliga livdu við framførsluni hjá Deja Vu, so var als onki galið við framførsluni. Hon svingaði heilt væl, og fekk eg persónliga nógv meir burturúr henni, enn eg havi fingið frá teimum seinastu Deja Vu konsertunum.
Teir tykjast heilstoyptir og samantvinnaðir, og løgini liggja so væl hjá teimum, at tú hómar yvirskot á pallinum.
Serliga haldi eg at Rógvi hevur tikið seg nógv fram sum bassleikari. Hann hevur ein lekran, rundan klang, og so hevur er hann eisini tryggur á botninum.
Bólkurin spældi væl, og tá ið íslendsku Dikta komu á pallin aftaná, merkti tú ikki nakað veldugt lop í dygd...kanska heldur øvugt.
Íslendsku Dikta fingu ikki ordiliga fatur á suðuroyingum
Hóast teir spæla væl, og hava onkur sera góð løg, so gjørdist Dikta konsertin ein linligari konsert, enn eg hevði roknað við. Ljóðið var óruddiligt, og hetta darvaði ljóðmyndini so mikið, at eg ikki ordiliga fataði allan tónleikin.
Onkuntíð visti eg ikki um tað var brek á ljóðinum, ella um tónleikurin bara átti at ljóða soleiðis. Men tað vísti seg, at har var okkurt brek í, so tá ið tað varð rættað, gjørdist konsertin beinanvegin nógv betri. Sangarin er sera dugnaligur. Hansara sangstílur líkist eini samanrenning millum sangaranum í Saybia og sangaranum í Muse. Tónleikurin er rokk/popp, og onkur av løgunum bera brá av, at teir eru sera dugnaligir lagsmiðir.
Eftirsum at tað vóru so fá fólk til staðar, var torført hjá okkum ið lýða á, at koma í rætta hýri. Dikta var eitt av teimum størru útlendsku nøvnunum, men áhoyrarin gav teimum als ikki ans. Nú byrjaði tað at gerast ørkymlandi at so fá fólk vóru komin á staðið.
Páll, Finnur...
Teir eru kendir undir heitinum Páll Finnur Páll. Men fríggjadagin var tann fyrri (ella tann seinni?) Pállurin ikki við. Tangentleikarin Páll fekk forfall, og tískil máttu hinir limirnir royna at klára seg sum frægast. Okkara føroysku hitmakarar #1 eru ikki smædnir á pallinum. Hóast teir manglaðu ein mann á pallinum, so koyrdu teir bara á. Og tað riggaði bara heilt væl. Fólkið geylaði við, tá ið teir trivu í tær vælkendu landaplágurnar, og bólkurin má sigast at rigga sera væl til festival tiltøk.
Vit vóru enntá so heppin, at vit sluppu at hoyra onkur nýggj løg, sum verða at hoyra á tí komandi PFP fløguni. Hesi løgini eru sterkari og meiri nýmótans, enn tey sum vit kenna so væl frammanundan. Maðurin og Lívið er eitt nýtt lag, sum riggar ólukksáliga væl. Páll Finnur Páll prógvaðu enn einaferð, at teir eru ein sannur fongur hjá teimum ið skipa fyri slíkum tiltøkum. Hóast bólkurin spæld onkrar feilir, so tóku teir tað bara við einum smíli.
Thorbjørn Risager Blue7 eru ótrúligir
Tá ið teir komu á pallin vóru fólk kanska nakað ivasom. Eitt bluesorkestur á jóansøkufestivali...?, tóktist vera tann kollektiva hugsanin. Men tá ið teir blástu fyrstu tónarnar út, trokaði tey fáu fólkini seg fram móti pallinum.
Thorbjørn Risager Blue7 spæla eitt feitt slag av blues. Tónleikurin svingar og er harður, og so síggja teir eisini knall gott út á pallinum. Teir liva við framførsluni, og hetta peppar eisini okkum áhoyrarar upp. Teirra vælsvingandi bluestónleikur er so lívsjáttandi og væl spældur, at tú bara kannst rópa Ja!!!.
Teir tóku øll á bólið, og tað var ongin ivi um, at tónleikararnir eru 100% professionellir í síni upptraðkan. Fyrireikararnir skulu eiga eitt stórt herðaklapp fyri at hava fingið hesar framúr dugnaligu tónleikarar til at framføra á Jóansøkufestivali.
Kontroversiellur boðskapur frá 200
Vit vita at vit eru politiskt ókorektir, men tað skíta vit. Við einum tílíkum setningi kann man næstan samanfata framførsluna hjá okkara fólkakæru, men samfelagsrevsandi punkarum. 200 leveraðu eina frálíka og stuttliga konsert. Teir borðreiddi við onkrum nýggjum tilfari, sum verður at hoyra á komandi fløguni Graceland. M.a. spældu teir eitt lag sum teir kallað Smuglarin, og hetta lagið fer helst at verða kjakast nógv um runt um í landinum tá ið fløgan kemur út. Hetta tí at teir traðka á tærnar hjá trúboðarum.
200 spæla ótrúliga væl saman. Hóast tónleikurin drønar avstað við 200 Km/h, so eru teir tryggir og tjekkaðir meðan teir spæla. Tað var týðiligt at síggja, at fólkið dámar hesar ónøgdu fýrarnar. Onki er betur enn at geva miðfingurin afturvið 200.
200 skulu spæla nógv í summar. Teir skulu m.a. spæla á navnframa Roskilde festivalinum, og framførslan fríggjakvøldið vitnaði um, at teir eru í toppform.
Carpark North Ongin slingur í valsinum
Høvuðsnavnið í fríggjakvøldið var Carpark North. Skráin fríggjakvøldið var tíanverri nógv darvað av seinkingum. Bólkurin skuldi eftir ætlan byrja at spæla kl. 23.45, men ikki fyrr enn klokkan 02 sluppu teir í gongd. Hetta var sera óheppið, og tað var týðiligt at fólkið ótolnaðist. Tað vóru enntá nøkur ið valdu at fara inn í dans, heldur enn at lurta eftir Carpark North, og hetta heldur undirritaði verða ófatiligt. Men tað var vátt og kalt at bíða so leingi, og tískil kann man skilja at onkur velur tí heitari loysnina. Tó kann tað tykjast løgið, at fyriskipararnir velja at byrja dansin áðrenn konsertirnar vóru lidnar. Men hetta var helst vegna tí drúgvu seinkingina, og tað mugu fyriskipararnir bara taka á sínar herðar.
C.N. vóru uttan iva hæddarpunktið fríggjakvøldið á Jóansøkufestivalinum. Ljóðgóðskan hjá teimum, var klassar omanfyri tað ið vit høvdu hoyrt frammanundan. Hetta lyfti framførsluna fleiri støði upp, og tú merkti at hesir menninir eru 100% professionellir. Hóast teir so seint sum í síðstu viku spældu í Parkini í Keypmannahavn, so merktist onki til at teir nú stóðu frammanfyri eini fjøld sum (bara eftir teirra málistokki) taldi eini 600 fólk.
Teir spældu nógv av tí gamla tilfarinum hjá teimum, men eisini okkurt heilt nýtt. Teir eru í ferð við at skriva tónleik til eina nýggja fløgu, og lagið Within My Reach tykist at boða frá góðum.
Tað var eitt lítið sindur av einum anti-klimaks, tá ið CN spældu. Tá ið mannamúgvan er so lítil, og festivaløki so stórt, so kemur tú ikki ordiliga í rætta hýri. Tónleikurin lá als ikki eftir fríggjakvøldið, men áskoðararnir vóru heilt einfalt ov fáir í talið, til at fáa tiltakið at røkka tær hæddir, sum tað hevði uppiborið. Í fjør var nógv kjakast um, teir mongu festivalarnar her á landið. Kanska síggja vit nú eina avleiðing av hesum kjakið. Kappingin er hørð, og uttan eina stóra fólkamongd, fært tú ikki eitt tílíkt tiltak at bera seg fíggjarliga. Livst so spyrst.