Fríggjakvøldið fara tey ungu á Platform

Komandi fríggjakvøld verður ungdómsdiskotek á Platform

7. b í Tórshavnar kommunuskúla skipar fyri ungdómsdiskoteki á Platform komandi fríggjakvøld. Fyri at fáa rætta diskoteksumhvørvi, hevur flokkurin við foreldrabólkinum á odda, leigað Platform. Nú hava tey ungu, sum vanlig vikuskifti ikki sleppa inn í Platform orsakað av aldursmarki, høvi at koma á eitt rættiligt diskotek.
Endamálið er at savna pening til námsferð hjá flokkinum. Farið verður á Hvítusunnu og gongur leiðin til Aberdeen. Hetta er sera mennandi fyri áhugan í enskum hjá flokkinum. Eisini skapar hetta betur samanhald í flokkinum og millum foreldrini
Diskotekið byrjar kl 20 og endar kl 23. Atgongumerki, sum fáast við dyrnar, kosta 60 kr. Tey vóna at síggja nógvan ungdóm, og eru øll úr elstu flokkunum í fólkaskúlunum og framhaldsdeildini vælkomin. Stuttligt hevði eisini verið at sæð ungdóm frá bygdunum, siga tey.
Tiltakið er eitt av fleiri, flokkurin hevur skipað og fer at skipa fyri. Í desember mánaði gjørdu tey m. a. brústsukur, sum tey seldu. Eisini hava tey savnað og selt fløskur. Umframt tiltøkini hava tey sett pening inn í nøkur ár, tó er enn nakað eftir at koma á mál, og fara tey væntandi at skipa fyri eini tveimum tiltøkum afturat áðrenn farið verður, siga tey í 7. b í Tórshavnar kommunuskúla.