Fríggjakvøldið 27. februar klokkan 18.30 verður fríggjakvøldsdøgurði í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. Nakað verður til matna, sungið verður saman, fyrilestur verður og endað verður við stuttari andakt
Fyri nøkrum árum síðani var vanligt einaferð um mánaðin at savnast í Samuelskirkjuni til ein døgurðabita. Hetta tiltakið datt niður fyri, men nú verður gjørd ein roynd at fáa lív aftur í fríggjakvøldsdøgurðan.
Fríggjakvøldið 27. februar klokkan 18.30 verður sostatt møguligt hjá føroyingum í Keypmannahavn at koma forbí á Thorsgade 65 á Nørrebro, har ið Samuelskirkjan liggur, og fáa sær ein døgurðabita. Byrjað verður við vælkomsti og sangi, áðrenn farið verður til døgurðaborðið. Eftir at øll eru mett og væl sett verður ein fyrilestur á skránni. Tað verður Elsa Zachariasen, sum kemur at siga nøkur orð um bókina "Tær ynsktu sær hús". Hesin fyrilesturin verður í umleið hálvan tíma. Eftir tað verður aftur sungið og so verður løtan endað við einari stuttari andakt.
Hetta er fyrsti fríggjakvøldsdøgurðin á hesum sinni og tí verður spennandi at síggja, um undirtøka er til hetta tiltakið. Um undirtøkan verður góð, er ætlanin at hava fríggjakvøldsdøgurða sjey ferðir um árið.
Øll eru vælkomin til fríggjakvøldsdøgurðan. Hann verður í kirkjukjallaranum í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København N. Kostnaðurin fyri at vera við er kr. 100,- fyri hvønn. Tey, sum hava hug at vera við til fríggjakvøldsdøgurðan, skulu kontakta Sigrid Witt á telefon 40405521 í seinasta lagið týsdagin 24. februar.