Frágongd í B36

Teir hava verið knýttir at barndómsfelagnum seinastu árini, men aftaná summarsteðgin byrja teir á skúla í Danmark.

 

Tí verða teir ikki við, tá B36 fer undir royndina at vinna sær pláss í Evropa.

 

Jóan Pauli Dahl Jakobsen og Johan Ellingsgaard eru við í hópinum hjá U21-landsliðnum, sum skal spæla móti Andorra komandi mikukvøld.