Tað er enn ógvusligur ójavni í heiminum. Tað váttar Oxfam Ibis í árligu ójavnafrágreðingini hjá menningarfelagsskapinum.
Har stendur millum annað, at ein lítil eksklusivur klubbi av milliardingum situr á størsta partinum av heimsins ríkidømi. Alt meðan heims fátæku stríðast – serliga kvinnur – fyri í heila tikið av koma sær undan.
– Einki tamarhald er á ójavnanum, og tað er enn eitt ekstremt ríkt úrvalslið, sum verður ríkari og ríkari á hvørjum ári, líka mikið hvat hendir í heiminum, sigur aðalskrivarin í Oxfam Ibis, Kristian Weise.
– Hetta er í andsøgn til nógv vanlig fólk, sum stríðast fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman bæði í Evropa og í Norðuramerika, men serliga í heimsins fátæku londum, leggur hann afturat.
Sambært felagsskapinum hava heimsins 2.153 dollarmilliardingar meira ríkidømi enn 4,6 milliardir fólk tilsamans.
Nógv av hesum ríku verða sambært Oxfam Ibis ríkari av arbeiðsfríum inntøkum frá eitt nú partabrøvum og arvi, sum í flestu londum verður nógv linari skattað enn vanligt arbeiði.
Til samanberingar mugu milliónir av fátøkum kvinnum stríðast við ólønt arbeiði í heiminum.
– Tað fer fram nógv ógoldið umsorganararbeiði úti í heimi. Tað vil siga arbeiði, sum snýr seg um at fáa familjuna at hanga saman, og í heimsins fátækastu londum eru tað oftast kvinnurnar, sum standa fyri tí, sigur Kristian Weise.
Sambært Oxfam Ibis hevur arbeiði hjá óløntu kvinnunum eitt øgiligt virði. Hvønn dag leggja heimins kvinnur soleiðis fleiri enn 12 milliardir ókeypis arbeiðstímar til uppgávur sum matgerð, barnaansing og sjúkrarøkt.
Um hesir tímar sum eitt hugsað dømi skuldu gjaldast við eini ógviliga lágari minstuløn, vildi tað verið vert 10,8 túsund milliardir dollarar hvørt ár sambært Oxfam Ibis.
Kristian Weise heldur, at tað er upp á tíðina at seta fokus á ekstrema ójavnan. Og besti mátin at stríðast ímóti honum er sambært aðalskrivaranum gjøgnum skattin.
– Í nógvum av heimsins fátækastu londum er í veruleikanum vøkstur. Tað er eisini eitt úrvalslið, sum verður ríkari og ríkari, meðan skatturin samstundis lækkar. Tað vil siga, at tað eru ikki pengar at gera íløgur í vælferðarágóðar.
– Um vit megnaðu at skatta eitt lítið sindur meira og brúka pengarnar upp á almennar íløgur, so høvdu rættiliga nógv fólk frá degi til dags fingið eitt nógv betri lív og høvdu havt møguleika fyri at arbeiða seg úr fátækradømi, sigur hann.
Greiningarnar hjá Oxfam Ibis eru grundaðar á frágreiðing um býtið av heimsins ríkidømi, sum stórbankin Credit Suisse hevur gjørt.
/ritzau/