Í Danmark hava statsadvokaturin og løgreglan gjørt av at kanna 370 mál um rúsdrekkakoyring umaftur, eftir at ein svensk kanning sáar iva um alkometrur, sum løgreglan í Danmark hevur brúkt.
Tey 370 málini stava frá einari royndarskipan í Keypmannahavn og Norðursælandi, har løgreglan brúkti eitt nýtt slag av alkometrum, sum varð sagt at vera so neyvt, at løgreglan kundi geva bilførarum bót á staðnum.
Men fyri tveimum mánaðum síðani varð avdúkað, at alkometrið var ikki so gott, sum hildið varð. Løgreglan hevur ikki brúkt hetta slagið síðani, og øll tey 370 málini, sum bygdu á kanningar við hasum alkometrunum, vórðui lagdar til viks.
Svenskir kriminaltrknikarar hava nú kannað brekið við alkometrunum. Danski statsadvokaturin, Jens Røn, sigur við kringvarpið DR, at sambært kanningini er talan um eitt lítið brek, sum bara ger seg galdandi í fáum málum. Hann væntar ikki, at tann svenska frágreiðingin fær ávirkan á avgerðirnar í teimum 370 málunum um rúsdrekkakroying.