Frágreiðing um tunnilseld

Støðan í tunlinum kundi verið lívshættislig, staðfestir Landsverk í minni frágreiðing Í eini minni frágreiðing um eldin inni í Norðskálatunlinum, sum liggur á heimasíðu teirra, staðfestir Landsverk, at støðan kundi verið lísvhættislig, um ikki ein maður hjá Landsverk fekk skipað soleiðis fyri, at ferðslan varð steðgað. Landsverk finnist tó at fólki, sum hóast nógva roykin ikki steðgaðu, men koyrdu gjøgnum tunnilin. ? Fólk reagera ofta við at seta ferðina upp og skunda sær gjøgnum roykin, í staðin fyri, sum rætt er, at venda við aftur, siga tey millum annað. Tey vísa annars til ein faldara um atferð í tunlum, sum kann heintast á heimasíðu teirra. Landsverk sigur tó einki um vantandi trygdarskipan, men sigur seg í løtuni kanna hendingina niður í smálutir.