Frá gudum til robottar

Komandi mánað byrjar listasøguliga fyrilestrarøðin ?Frá gudum til robottar ? fra marmormyndum til elektriska list? við listfrøðinginum, Mette Wivel Fyrilestrarøðin gevur grundleggjandi fatan av evropeiskari myndlistasøgu.

Í fyrilestrunum fer Mette Wivel at viðgera málningalist, skulptur og byggilist við menningini hjá einstaka listafólkinum í huga. Hvørt tíðarskeið verður lýst við støði í list og listafólki, sum á serligan hátt hava verið við til at skapa nýggja hevd og nýggj listalig rák.

Fyrilestrahaldarin fer at seta -ismur og tíðarskeið í ein samfelagsligan samanhang. Harumframt spyr hon: Hví sær listin soleiðis út í hesum og hasum tíðarskeiðinum? Somuleiðis fer hon at seta fokus á einstaklingar, sum hava havt ein avgerandi søguligan leiklut fyri menningina av samfelagnum. Eisini verða faklig heiti, tøkni, ikonografi (læran um symbol) og myndamál sum heild greidd og greinað.

Fyrilestrarøðin er skipað í fimm eindir í tíðarskeiðnum september til november 2007.

Fyrilestrarnir eru almennir, men neyðugt er at tekna seg.

Meir fæst at vita um kostnað, tekning o. a á heimasíðuni hjá Listasambandi Føroya, www.lisa.fo á slóðini Skeið í listasøgu

Tað eru Listafelag Føroya, Føroysk Myndlistafólk og Fróðskaparfelagið, sum skipa fyri fyrilestrarøðini, ið eftir ætlan verður hildin á Fróðskaparsetrinum.