5-MANNAFØR GENTUR
Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum vunnu tær á Argjum, eftir at tær í Miðvági høvdu verið fremstar í Klaksvík. Í kappingini millum 5-mannafør við gentum tóku tær í Miðvági so at siga sigurin aftur. Blikur av Argjum vann í Klaksvík. Leygardagin var tað Frúgvin úr Miðvági, sum kom fyrst á mál.
Róðurin var so mikið tættur, og tað vóru so mikið nógvir bátar við í kappingini um fremsta plássið, at tað er mugu roknast at vera í hvussu so er tríggir potentiellir vinnarar, tá ið tað leygardagin fer at verða kappast í Runavík.
Á veg fram við bryggjuni vóru tað Frúgvin, Havfrúgvin og Drekin, sum togaðust um fremsta plássið. Á málinum vóru tær úr Miðvági skutin fyrri á mál enn tær úr Vestmanna, sum bara vóru sentimetrar frammanfyri Drekan.
Frúgvin og Drekin vóru ávikavíst nummar tvey og trý í Klaksvík. Ta ferðina vann Blikur. Hjá argjagentum gekk ikki so væl hesa ferð. Blikur endaði á fjórða plássi. Tær vóru í tættari kapping við Hvassa um plássið. Hvassi var ein skut aftanfyri Blik.
Í hagtølunum verður kappingin millum 5-mannafør við gentum roknað sum nýggja kappingin, ið fyrstu ferð var á skránni í fjør. Tá var Blikur meistari.
Undanfarnu kappingarnar í hesi bátastøddini verða flokkaðar sum kappingin millum 5-mannafør við kvinnum. Í tí kappingini var Frúgvin best í 2000.
5 mannafør gentur
1Frúgvin05:24.12
2Havfrúgvin05:25.08
3Drekin05:25.11
4Blikur05:28.03
5Hvassi05:29.02
6Ørnin05:32.03
7Sílið05:35.11
8Firildur05:45.18
9Dúgvan05:46.15