?Tað hava verið reaktiónir bæði frá vanligum borgarum, um man kann siga tað so, umframt frá fyrrverandi týðandi politikarum.? ?Hvussu koma vit so víðari.? ?Vit skulu, soleiðis sum tað liggur í kortunum, longu um tveir mánaðir verða samd um, hvussu vit minka um undirskotið á fíggjarlógini við einum 200-300 mió kr, skulu vit fáa javnvág á fíggjarlógini innan tíðarskeiðið samgongan hevur sett sær fyri.? ?Eg haldi, at vit skulu halda fast í, at vit byrja á ovastu rók, alt annað er ótrúverdugt og lítið virðiligt.? ?Vit eiga longu í verandi samgonguskeiði at minka ráðini niður í 6, og vit skulu leggja undirliggjandi stovnar saman og annars fáa teir at samstarva og samvirka fyri at fáa eina líka góða og effektiva tænastu. Er tað ein trupulleiki at landsstýrisfólk fara úr starvi, so kunnu tey í eini yvirgangstíð vera tvey í onkrum ráðum til eftir eitt val, tá talið av landsstýrisfólkum fara at passa betur til talið av aðalráðum.? ?Fara vit soleiðis til verka kunnu vit spara, effektivisera og flyta resssoursir til at taka hond um tey veiku í okkara samfelag og til annað mennandi virksemi.? ?Lat okkum fara í gongd nú, tí hvussu hvussu veljarar annars trúgva okkum.?