B68-leikarin Fróði Benjaminsen hevur verið á landsliðnum í góð trý ár, og mikudagin skeyt toftamaðurin so sítt fyrsta mál á føroyska landsliðnum.
- Tað er bara stuttligt, at tað endiliga eyðnaðist mær at skjóta mál á landsliðnum, segði Fróði Benjaminsen eftir dystin
Fróði greiddi eisini frá, at hann helt, at nýggja spæliskipanin virkaði væl, og at hann var serliga fegin um innstillingin hjá spælarunum í dystinum ímóti Liktinstein.
- Vit stríðast væl í dag, og allir halda tær avtalur, vit gjørdu undan dystinum, so tað kann ikki verða betri, segði Fróði Benjaminsen
Miðvallarin var eisini sera fegin um, at Henrik Larsen lat seg byrja inni ímóti Liktinstein, tí nýggja spæliskipanin kundi havt við sær, at Fróði byrjaði uttanfyri.
- Nú var eg blivin fastur maður á liðnum hjá Allan Simonsen, og so tað er gleðiligt, at nýggji landsliðsvenjarin eisini ætlar at nýta meg, vísti Fróði á.
Annars helt Fróði dystin verða væl leiktan, og at tað er bara gleðiligt, at nýggja landsliðið legði út við einum sigri.