Tey, sum sóu landsdystin ímóti Portugal í gjárkvøldi frá byrjan til enda varnaðust óivað, at tað vóru ikki farin meira enn 3-4 sekund, so lá liðskiparin og størsta stjørnan av teimum øllum hjá Portugal, Cristiano Ronaldo, niðri á graslíkinum á Tórsvølli og hevði ilt. Orsøkin var, at hann hevði fingið eina harða takkling frá 38 ára gamla landsliðskemparanum á føroyska miðvøllinum, Fróða Benjaminsen.
- Ronaldo var eitt sindur fyrr á bóltinum, enn eg var. Eg haldi annars ikki, at frísparkið var so ógvusligt, sum hann gjørdi tað til, sigur Fróði Benjaminsen um hendingina.
Fróði Benjaminsen var annars sera vónbrotin um, at Føroyar endaðu við at tapa heili 6-0 í gjár.
- Har gekk rímiliga nógv galið. Vit raktu als ikki støðið, sum vit skuldu raka. Portugal vinnur okkum 6-0 uttan at trýsta okkum so nógv í botn, sum onnur lond áður hava megnað. Portugisararnir vóru neyvir framman fyri málinum og vóru nógv betri enn vit. Sjálvandi er portugisiska liðið ótrúliga gott, men vit vóru ikki har, sum vit eiga at vera, sigur Fróði Benjaminsen.
Hóast Føroyar spældu ímóti núverandi evropameistarunum og taptu við heili seks málum, so heldur fyrrverandi landsliðsliðskiparin ikki, at portugisararnir vóru so ótrúliga góðir.
- Eg haldi, at eg fyrr havi spælt ímóti betri liðum enn Portugal. At tað at enda blívur heili 6-0 er tí, at vit ikki vóru nóg góðir, sigur ein vónbrotin Fróði Benjaminsen.
At enda staðfestir maðurin við flestum landsdystum í føroyskari landsliðssøgu, at hann ikki veit, hvussu leingi hann heldur áfram við landsliðsfótbólti. Komandi dystur hjá Føroyum er á útivølli ímóti Sveis sunnudagin 13. november.
- Eg taki ein dyst at gangin, og so fáa vit at síggja, hvat tað blívur til, vóru síðstu orðini frá Fróða Benjaminsen á Tórsvølli í gjárkvøldi.