Fróði nærri føstum plássi

Landsliðsferðin í Spania vísti, at tað í ár verður størri kapping um tey fyrstu ellivu plássini, enn tað nakrantíð áður hevur verið

Tá tað plagar at verða mett um hvørjir ellivu skulu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli, tá landsliðið skal í eldin, so hava royndirnar víst, at ivi hevur bara verið um eitt og onkuntíð tvey pláss.

Talið á spælarum, sum hoyra til hópin, er umleið tað sama, sum tað hevur verið árini frammanundn. Men landsliðsferðin til Kekkia í oktober og ferðin til Spania í síðstu viku hava víst, at nú eru tað fleiri um boðið at vera ímillum teir fyrstu ellivu, enn tað frammanundan hava verið.

Allan Simonsen hevur fleiri ferðir sagt, at honum líkar best at hava spælarar, ið eru førir fyri at spæla á fleiri plássum. Allir teir útispælararnir, sum nú eru í landsliðshitanum, hava royndir í at spæla í fleiri plássum.


Verjan

Jens Martin Knudsen spældi fríggjadagin fyri 49. ferð í altjóða skrásettum landsdysti. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er møguleiki fyri, at hann ? sum tann fyrsti ? fer at runda teir fimti landsdystirnar seinni í ár. Um hetta skal gerast veruleiki er treytað av, um Allan Simonsen velur veteranin framum Jákup Mikkelsen. Venjarin plagar at siga, at hann hevur tveir eins góðar málverjar.

Í miðverjuni vóru tveir spælarar burturfrá hesa ferð ? Hans Fróði Hansen og Pól Thorsteinsson. Tvey tey seinastu árini hevur venjarin ? tá møguleiki hevur verið fyri tí ? hildið seg til Hans Fróða Hansen, Óla Johannesen og Jens Kristian Hansen. Hesa ferð vísti venjarin, at hann hevur ikki avskrivað Jan Dam.

Venjarin plagar at siga, at hann fegin vil hava fótbóltsspælarar á øll plássini á liðnum, og hesa ferð royndi hann Jóhannes Joensen í miðverjuni. Tað hevur ljóðað, at venjarin kundu hugsað sær at sæð Rógva Jacobsen í tí fyri hann óroynda leiklutinum sum miðverji, men henda royndin varð ikki gjørd í Spania. Pól Thorsteinsson er leikbannaður alt hetta árið, og tí kunnu vit staðfesta, at evnini til miðverjuna verða Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen, Jens Kristian Hansen, Jan Dam, Jóhannes Joensen og so Kurt Mørkøre. Ein annar møguleiki er Fróði Benjaminsen, sum fleiri ferðir hevur spælt á hesum plássinum í B68.


Vongverjarnir

Tá landsliðið í heyst fór til Kekkia, roknaði Henning Jarnskor við, at hann skuldi sita á beinkinum frá fyrsta bríksli. Tað kom óvæntað á hann, tá venjarin segði honum, at hann ? og ikki Øssur Hansen ? skuldi vera vongverji í vinstru. Venjarin mintist, at GÍ maðurin hevði spælt væl í hesum plássinum undir stórum trýsti í Jugoslavia í 1996. Henning stóð seg væl í Prag, og í Spania vísti venjarin, at hann roknar Henning fyri meiri enn ta ífylluna í hópinum, sum tað onkra ferðina í fjør kundi tykjast, at hann skuldi vera, tá Pól Thorsteinsson ella Allan Mørkøre røktu vongverjan í høgru, og Øssur Hansen og John Ryan stríddust um plássið í hinum borðinum.

Venjarin hevur stórt álit á Øssuri Hansen, og tá John Ryan ikki vil vera við á landsliðnum, so eru Øssur og Henning bestu boðini uppá vongverjar. Jóhannes Joensen og Heðin á Lakjuni eru aðrir møguleikar, og so er spurningurin, hvar venjarin ætlar at brúka Allan Mørkøre, sum ikki spældi 1. hálvleik ímóti Finnlandi, tí hann var ikki heilt klárur.


Miðvøllurin

Tá Sámal Joensen, John Petersen og Julian Johnsson allir hava verið tøkir, hevur Allan Mørkøre fleiri ferðir verið vongverji. Tá John Petersen ikki var við í Spania var kanska upplagt, at hinir tríggir her nevndu vóru á miðvøllinum, men hesa ferðina troðkaði ein nýggjur maður seg fram í kappingini um miðvallarplássini.

Longu í heyst ? í heimadystunum ímóti Íslandi og Litava ? fekk Fróði Benjaminsen spælitíð. Tá landsliðið fór til Kekkia, gav B68 maðurin avboð, og venjarin duldi ikki, at hann harmaðist um hetta. Allan Simonsen plagar ikki at siga so nógv um sínar ætlanir, men ta ferðina segði hann, at hann hevði umhugsað at latið Fróða Benjaminsen verið ímillum teir fyrstu ellivu. Hesa ferð spældi Fróði Benjaminsen á miðvøllinum bæði ímóti Finnlandi og Íslandi, og hann má nú metast at standa sterkur í kappingini um pláss ímillum teir fyrstu ellivu.

Ímóti Finnlandi kom Allan Mørkøre inn fyri Jóhannes Joensen, sum hevði verið miðverji. Tá Allan kom inn, fór Sámal Joensen aftur á miðverjan, har hann ongantíð hevur spælt áður, og Allan kom inn á miðvøllin.


Álopið

Nú er tað langt síðani, at landsliðið bara spældi við einum manni frammi. Tað er ikki komið fyri síðani í útidystinum niðri í Bosnia 19. august í 1998. Ta ferðina var Uni Arge einsamallur á toppinum fyrstu 78 minuttirnar, og so varð hann avloystur av Jákupi á Borg, meðan John Petersen alla tíðina var framrættaður miðvallari.

Todi Jónsson (var ikki við í Bosnia, tí hann var skaddur) hevur verð sjálvskrivaður sum fyrsta val í álopinum øll árini, sum Allan Simonsen hevur havt ábyrgdina av liðnum. Í Spania spældi hann saman við Kurt Mørkøre, og í fjør spældi hann saman við Jákupi á Borg, Una Arge og John Petersen, sum var í álopinum í Prag.

Tað verður ímillum hesar fýra, at makkarin hjá Toda Jónsson skal finnast í ár. Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni hava sneytað til landsliðið fýra ferðir í part. Nógvur eru um boðið, og tí verður tað framvegis fyrsta takið hjá teimum at sleppa uppí part ímillum teir átjan, ið manna hópin. Hvussu nógva spælitíð, teir fara at fáa, verður treytað av, hvørjir av hinum monnunum fara at verða tøkir.