Seinastu 17 árini hevur hann verið ein profilur í føroyskum politikki, og hann telist millum royndastu løgtingsfólkini í løtuni. Umstríddur fyri síni avgjørdu sjónarmið, kallaður populistiskur og tað, sum verri er, av sínum mótstøðufólkum, men elskaður av sínum egnu fyri at hava eina greiða støðu í sosialum og etiskum málum.
Jenis av Rana varð valdur á ting fyrstu ferð í 1994, og meginpartin av tíðini síðani hevur hann verið formaður í Miðflokkinum. Hann hevur hesi árini markerað seg í politiska kjakinum við greiðum hugsanum á sosiala økinum, og í etiskum málum er útgangsstøðið í Bíbliuni.
Men eisini Jenis og Miðflokkurin mugu við hvørt lúta, hóast viljin at stríðast er fúsur. Seinastu tíðina hevur løgtingið samtykt uppskot um eitt nú at loyvi Rúsdrekkasøluni at hava opið leygardagar, og seinast fingu føroyingar loyvi at bryggja sterkt her á landi.
Vit hittu Jenis av Rana til eitt prát um politikk, frían vilja og liberalisering av rúsdrekkasølu og -framleiðslu.
Hvussu kennist tað, tá uppskot um at bryggja sterkt í Føroyum verður samtykt í løgtinginum?
- Hatta vísur bara týdningin av, at Miðflokkurin eigur at fáa størri undirtøku, tí hatta hevði ikki hent, um vit vóru við í eini samgongu. Hatta vísur eisini, at løgtingsfólk við líknandi etiskum hugsjónum sum vit í Miðflokkinum standa veik inni í traditionellu flokkunum. Tað verður tosað um, at nú eru vit sloppin undan einum blokerandi minniluta, men har vóru fólk, sum kundu havt syrgt fyri, at uppskotið um at bryggja sterkt varð felt. Tey kundu í sínum egnu flokkum arbeitt fyri, at flokkurin og samgongan ikki tóku undir við uppskotinum. Og tí haldi eg, at hesi fólkini hava einki at hava sagt í traditionellu flokkunum, tey skulu bara savna atkvøður til flokkarnar. Tá ið ástendur, so hokna hesi fólkini. Hetta var eisini ein orsøk til, at vit stovnaðu Miðflokkin.
Men er tað neyðugt at stríðast so hart ímóti rúsdrekkamálum?
- Tá ið tað kemur til rúsdrekka, eru vit knívskorin í Miðflokkinum. Vit vilja ikki hava nakað við rúsdrekka at gera. Vit leggja einki í, um etikettin er pólsk ella føroysk. Summi siga, at tað er eitt dupultspæl, at vit nokta føroyingum at bryggja sterkt, samstundis sum vit kunnu innflyta rúsdrekka. Og tað kann væl verða, men soleiðis hugsa vit slettis ikki. Vit eru púra greitt ímóti øllum uppskotum, sum gera tað lættari at fáa hendur á rúsdrekka ella at framleiða tað.
- Rúsdrekka er størsti einstaki oyðileggjandi faktorin í føroyskum samfelagnum. Rúsdrekka er størsta hóttanin ímóti føroysku familjuni, ímóti børnunum og ímóti hjúnum. Og vit vilja tí einki hava at gera við uppskot, sum hava við liberalisering av rúsdrekka at gera.
- Onkur førdi fram, at tað fór at skapa arbeiðspláss í Føroyum, um vit góvu loyvi at bryggja sterkt her heima. Men vinnan sigur sjálv, at tað fer ikki at skapa nógv arbeiðspláss. Hinvegin so vita vit, at tað skapar arbeiðspláss á Almannastovuni, í heilsuverkinum, á Bláa Krossi, á Heilbrigdi og, ja, eisini hjá teimum, sum gera kistur og koyra líkbilar.
Men hvussu kennist tað so, tá ið uppskot, sum tit eru so hart ímóti, verða samtykt í løgtinginum?
- Vit klára sjálvsagt ikki at fáa øll okkara sjónarmið ígjøgnum, tað megnar eingin politiskur flokkur. Men eitt er tann beinleiðis ávirkanin, sum vit hava, tá ið vit kunnu verða við at fáa uppskot ígjøgnum, ella tá vit kunnu blokera onkur uppskot, men tann óbeinleiðis ávirkanin, sum Miðflokkurin hevur, er helst enn størri. Óbeinleiðis ávirkan er, at hinir flokkarnir vita, at vit eru til staðar í løgtinginum, og teir vita, at teir kunnu ikki sníkja umstrídd mál ígjøgnum, uttan at vit gera vart við teg. Tað ger, at flokkarnir ásanna, at teir kunnu missa meira enn teir vinna við arbeiða fyri málum, sum vit eru hart ímóti. Hendan ávirkanin hjá Miðflokkinum er stór. Vit eru salt fyri samfelagið. Líka so væl sum salt verjir mat, so verja vit samfelagið.
Men er tað neyðugt hjá lóggevandi valdinum at gera av, um fólk drekka ella ikki?
- Eitthvørt føroyskt samfelag skal skipa seg við lógum, og vit hava eitt stórt tal av lógum í Føroyum. Vit hava lógir, sum skipa ferðsluna, fiskiskapin og øll hugsandi onnur samfelagsviðurskifti. Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu støðan hevði verið, um vit ikki høvdu ferðslureglar. Summi flokkar ganga høgt upp í lógir á vinnuliga flokkinum, meðan Miðflokkurin gongur kanska hægri upp í lógir á øðrum økjum. Vit halda, at rúsdrekka er so oyðileggjandi, at høvdu vit kunnað sett eitt forboð ímóti rúsdrekka, so høvdu vit gjørt tað.
- Eg haldi eisini, at tey, sum duga at drekka við máta, skuldu sagt, at “jú, vit duga at brúka rúsdrekka, men tað eru so nógv fólk, sum ikki duga tað, og avleiðingarnar av tí eru so stórar, at eg vil heldur hugsa um hini enn meg sjálvan, og tí skuldu vit havt eitt forboð ímóti rúsdrekka”.
Men er hetta ikki bara gongdin í einum modernaðum samfelag?
- Vit skulu ikki taka ímóti allari ávirkan úr útlandinum, tí tað skal eitast at verða modernað. Vit hava eitt fantastiskt samfelag - eitt gott og tolerant samfelag, her við eru trygg og hava tað gott. Eg síggi avgjørt ikki alt tað, sum kemur rekandi inn á okkum, sum gott, og vit skulu ikki boyggja okkum fyri tí uttan víðari. Eg haldi heldur, at vit skuldu givið øðrum londum nakað frá okkum.
Hvat heldur tú um fría viljan hjá menniskjum?
- Ætlanin við menniskjanum var føgur, men vit síggja avleiðingarnar av tí fría viljanum hjá menniskjum. Vit uppliva neyð og elendigheit, drap og kríggj í stórum parti av heiminum. Hvønn dag eru eini 60 ella 70 kríggj í gongd kring heimin, og nógva staðni hevur eitt menniskjalív einki virði. Túsundtals fólk doyggja hvønn dag av hungri ella sjúku, hóast tað ikki nýttist at verið so. Høvdu vit býtt meira javnt, so høvdu vit ikki upplivað alla hesa neyðina. Men tað er fríi viljin hjá menniskjanum, sum ger hetta. Mannalyndi er ikki skapt til at hava óavmarkaðan frían vilja, tí tað endar í totalum kaosi.
***
Fakta
Navn: Jenis av Rana
Aldur: 58 ár
Bústaður: Havn
Starv: Løgtingsmaður og kommunulækni
Løgtingsmaður síðani 1994
Formaður í Miðflokkinum 1994-97 og síðani 2001