Fríkendur í landsrættinum fyri neyðtøku

Var í mei mánaði dømdur eitt ára fongsulsrevsing

Ungi maðurin, sum í mei mánaði í ár varð dømdur eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri millum annað neyðtøku, varð í dag fríkendur fyri neyðtøkuna í Eystara landsrætti, og av tí sama fekk maðurin linari dóm.

Upprunaligi dómurin ljóðaði á eitt ára fongulsrevsing, men tá landsrætturin var liðugur í dag, fekk maðurin dómin niður á seks mánaða treytaða fongulsrevsing umframt 120 dagar av samfelagstænastu.

Maðurin varð saman við tveimum øðrum ákærdur í februar mánaði neyðtøku og onnur siðamisbrot, men hóast øll trý vóru ákærd, var tað serliga hesin eini maðurin, sum var ákærdur í nógvum tilburðum - 29 í upprunaliga ákæruritinum.

Í øðrum neyðtøkumálinum var ákæran móti manninum slept, meðan hini bæði vórðu fríkent, men maðurin varð kortini funnin sekur í hinum neyðtøkumálinum.

Maðurin skjeyt dómin inn fyri Eystara landsrætt, sum í dag fríkendi mannin fyri neyðtøku og gav honum tí linari revsing, sigur Jógvan Páll Lassen, verji hjá manninum.

– Tað endaði við, at hann varð fríkendur fyri høvuðsforholdið. Teir meintu ikki, at tað var ført nóg nógv prógv fyri, at hann kundi dømast fyri tilburð 19, sigur Jógvan Páll Lassen. Tilburður 19 í ákæruritinum var neyðtøkumálið, ið maðurin var dømdur fyri í Føroya rætti.