Frákoyrdur

KÍ-venjarin

Mánamorguin frættist, at KÍ-venjarin, Ove Flindt Bjerg hevði fingið sekkin frá KÍ, og seinni um fyrrpartin vórðu tíðindini váttað.
Í tíðindakskrivi, sum varð sent miðlunum, sigur steðfestir nevndin:
- Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur frá í morgun (mánadagin 2. mai 2005) sagt upp samstarvsavtaluna við høvuðsvenjara felagsins, Ove Flindt Bjerg.
- Dánjal Jákup Joensen røkir fyribils starvið sum høvuðsvenjari til nýggjur venjari verður settur.
Nevndin fer á fundi í seinasta lagið týskvøldið at seta nýggjan høvuðs venjara.
Nevndin hevur havt eitt sera gott samstarv við fyrrverandi høvuðsvenjaran, men avgerðin um at siga venjaran úr starvið var tikin av einari samdari nevnd.

Tríggir kandidatar
Sum skilst úr Klaksvík, so hevur talan á ongan hátt verið um nakra illstøðu millum venjara og spælarar. Hinvegin verður ásannað, at vánaligu úrslitini saman við tungu gongdini sum heild høvdu við sær, at tað rættasta helst var at skifta venjara.
Okkum eydnaðist ikki at fáa orðið á frákoyrda venjaran undan evstamarki okkara.
Enn er ikki greitt, hvør nýggi maðurin í KÍ-stólinum verður, men sum skilst, so snýr tosið í Klaksvík seg fyrst og fremst um hesi trý nøvnini:
Oddbjørn Joensen hevur ikki nakað venjarastarv í ár, og hann er tí leysur maður á marknaðinum. Við rót úr Klaksvík er hann eisini ein maður, sum hevur gott festi hjá lokalu viðhaldsfólkunum, og hóast hann hevur fáar royndir sum venjari í bestu deildini, so er helst fáur, sum ivast í innliti hansara í føroyska fótbóltsheimin.
Jóannes Jakobsen er í ár venjari hjá AB, og tí er ikki víst, at hann er ein møguleiki yvirhøvur. Hann var tó sera væl lýddur millum spælarar og viðhaldsfólk, tá hann fyri nøkrum árum síðani virkaði í Klaksvík. Og so hevur hann eisini tann fyrimunin, at hann áður er traðkaður til í líknandi støðum ? og við góðum úrsliti.
Jógvan Martin Olsen boðaði í heyst frá, at hann nú fór at halda sær starvið innan FSF, har avbjóðingarnar eru vorðnar størri og meira krevjandi. Áðrenn hevði hann røkt venjarastarvið í NSÍ umframt starvið í FSF, og spurningurin er so, hvørt tað var ein haldbar loysn. Tað vóru tað ymiskar fatanir av, men hinvegin er hann helst ein av best útbúnu venjarunum í landinum, og hann er heldur ikki bangin fyri at taka ímóti eini avbjóðing.
Hóast tað ofta seinni árini hevur turbolensur kring KÍ-venjaran, so er hetta fyrsta ferðin síðani 1989, at KÍ skiftur venjara mitt í kappingarári.