Seinasta vikuskiftið kappaðust 35 føroyskir svimjarar í Køge Open. Hetta er annað árið á rað, at føroyingar er í millum luttakararnir í donsku kappingini. Samanborið við í fjør vóru úrslitini væl betur í ár. Í alt eydnaðist føroyingum at vinna 52 heiðursmerkir. Samlaða heiðursmerkjatalið hjá føroyingum gav eitt samlað triðja pláss í kappingini, og tað má sigast at vera eitt frálíkt úrslit.
10 svimjarar av ungdómslandsliðnum
Ferðaliðið fór av landinum týsdagin í farnu viku, og lagt varð út við eini venjingarlegu. Venjingarlegan var til fríggjadagin, tá kappingarnar byrjaðu. Kappast var frá fríggjadegi til sunnudag. Í fjør vóru bert tríggir føroyskir luttakarar, men í ár valdi Svimjisambandið at leggja meira fyri og sendi heilar 35 svimjarar avstað. Fyri fleiri av svimjarunum var Køge Open liður í fyrireikingunum til oyggjaleikirnar. Landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløtti, hevði eisini valt at lata 10 svimjarar av ungdómslandsliðnum at sleppa at royna seg ímillum tey eldru.
? Vit hava havt lyndi til at dusa okkum í góðu úrslitunum hjá teimum eldru, og gloymt tað næsta ættarliðið. Luttøkan hjá teimum yngru í kappingini er liður byggja nakað nýtt upp. Hetta var eisini ein frálíkur møguleiki hjá teimum yngri at merkja til tað, hvussu tað er vera á landsliðnum, tí fleiri teirra fara óiva at vera har um nøkur ár, greiðir Petur Heðin á Fløtti frá.
Kappingin í Køge varð býtt í fýra bólkar: Seniorar, juniorar, ung, yngst. 32 svimjifeløg vóru við og umframt føroyingar, so vóru eisini fýra feløg úr Svøríki. Í alt vóru 700 svimjarar, og tá seinasta startskotið var farið sunnudagin, høvdu heili 3100 startir verið yvir vikuskiftið.
Eftir kappingina sunnudagin vórðu bestu svimjararnir kosnir, og heldur ikki her vóru føroysku svimjararnir við skerdan lut. Elspa Mørkøre varð kosin til besta svimjara í kappingini fyri tey yngstu, og sama heiðurin fekk Malan Michelsen fekk í bólkinum fyri ung. Bæði Malan Michelsen og Elspa Mørkøre er ung stjørnuskot í føroyskari svimjing, og svimjikøn siga seg vænta nógv frá teimum báðum í framtíðini.
Tvey 17 ára gomul met tikin
Mest óvæntaðu úrslitini í Køge um vikuskiftið, stóðu Erling Jacobsen og Malan Michelsen fyri. Bæði settu nýtt bólkamet í bólki trý. Felags fyri hesi bólkametini er, at tey eru heili seytjan ára gomul. 29 november 1986 settu Sørin Olsen úr Ægir og Anita Ryggshamar úr Vágs Svimjifelag bólkamet í bólki 3, men leygardagin í Køge vórðu bæði hesi met langt um leingi tikin. Eitt føroyskt met var eisini sett í Danmark, og var tað Andrass Thomsen, sum setti nýtt met í 200 metrar frí.
Vælnøgdur landsliðsvenjari
Ferðaliðið kom heimaftur mánadagin, og týsdagin fingu vit orðið á landsliðsvenjaran, Petur Heðin á Fløtti. Hann var sum vera man væl hýrdur, segði seg vera púra tiknan av bóli yvir góðu úrslitini um vikuskiftið.
? Tað gekk heilt ótrúliga væl og nógv betur enn væntað. Vit vunnu eitt ótal av heiðursmerkjum, so eg eri ótrúliga væl nøgdur, sigur Petur Heðin á Fløtti.
Petur Heðin vísur á, at tað var rætt at taka tey ungu við, og at tey stóðu seg frágera væl í kappingini. Landsliðsvenjarin heldur at støðið í ár var hægri enn í fjør, og tað ger ikki úrslitini verri, greiðir hann frá.
Um fjúrtan dagar verður SUM í Vági, og um fýra vikur verður endaliga úttøkukappingin til oyggjaleikirnar. Petur Heðin sigur at í løtuni eru eini fimm svimjarar, ið liggja á markinum fyri at røkka kravtíðir til oyggjaleikirnar, og tað verður spennandi um, hesi fara at røkka neyðugu kravtíðunum.