Í gjárkvøldið var kirkjan í Mikladali karmur um eina framúrskarandi konsert við Ingibjørg Hansen úr Mikladali, sopran, Ernst Dalsgarð, tvørfloytu og tenor og so Ólavi Jakobsen á Guitar – hetta sum partur av tiltakinum, Summartónar.
Kirkjan var so mikið fullsett, at stólar vórðu settir inn eftir miðskipinum, men tó stóðu fólk í forkirkjuni. Og fólk fingu fult virði við ókeypis konsertina.
Skráin rakk frá Mozart, Schubert, umvegis Sir Andrew Lloyd Webber til m.o. Jógvan Waagstein heilt til høvuðspersónin, Ingibjørg Hansen, sum eisini hevði gjørt orð og lag til hugtakandi sangin ”Suffer in Silence”.
Ernst og Ólavur eru yrkistónleikarar og -sangara og undirvísa eisini í tónleiki og sangi. Ingibjørg hevur havt íborið hegni at syngja og hevur sungið nógv og væl. Men undir lestri til tannlækna í Keypmannahavn, hevur Ingibjørg tvey tey seinnu árini gingið til sangundirvísing hjá Erns Dalsgarð.
Henda frálæran hevur givið Ingibjørg nógv og hevur røddin fingið annað flog. Hon kann fara merkiliga djúpt, men eisini klingandi høgt. Styrki- og klangbroytingarnar somuleiðis sera sannførandi eins og framførslan í síni heild. Ingibjørg er tryggari og hevur fingið fleiri streingir at spæla uppá á sínum fantastiska ljóðføri – røddini.
Hon megnaði sera væl torføra sangvalið í áhugaverdu skránna, sum í flestu førum var løgd til rættis av Ólavi Jakobsen.
Ernst og Ingibjørg nýttu eisini til fulnar kirkjurúmið og gingu aftur og fram eftir krikjugólvinum í summum av duettum sínum – rætt, sum vóru vit við til eina opru.
Einki er at seta fingurin á hjá Ólavi og Ernst, sum eru tiknir úr leikum hvør á sínum tónleikaøki. Men tað var hugtakandi at síggja og hoyra eina ”nýggja” Ingibjørg, sum kann leggja heimin fyri sínar føtur, og sum rættiliga kann taka leikin upp saman við yrkistónleikarum, sum Ólavur Jakobsen og Ernst Dalsgarð, ið eisini er operasangari.
Eg kann bert taka undir við øllum hinum, sum eftir konsertina tóku til: Ein fantastisk konsert!