So er hann er aftur. Góði gamli Tom Jones, sum nærum 40 ár hevur undirhildið tónleikaáhugaðum kring allan heimin, hevur aftur nú givið út eina fløgu. Hesu ferðina hevur hann slept disco stílinum frá seinastu útgávuni, og leitar í stóran mun aftur á gamlar slóðir.
Talan er um 17 duettir, sum rockabbin syngur saman við ymsum tónleikarum, og ikki kann sigast annað enn, at hann við hesari útgávuni enn einaferð hevur prógvað, at hann er millum fremstu sangararnar í heiminum. Stílurin er hin eyðkendi hjá Tom Jones, men tá hetta er sagt, skal eisini viðmerkjast, at tann kenda røddin hjá Tom Jones fevnir um nógvar genrur innan tónleikin.
Kanón succes
Í umheimi okkara er fløgan sera væl móttikin, og í Onglandi er walisarin lopin heilt upp á 1. plássið fyri album.
Einstøku løgini á fløguni eru eisini sera væl umtókt, og serliga hevur tað verið lagið, Burning down the house, sum hann syngur saman við the Cardigans, sum hevur gjørt um seg á altjóða hitlistunum.
Persónliga dámar mær tó betur, tá hann saman við Zucchero syngur 80?ara hittið hja Fine young cannibals, She drives me crazy, og tá hann saman við Robbie Williams syngur lagið, Are you gonna go my way, í heimsins frekastu duett. Tað má man kalla tað, tá heimsins frekasti abbi og frekasti maðurin yvirhøvur syngja saman.
At plátan er vorðin so væl umtókt, boðar eisini frá, at góðskan av tónleikinum er í lagi. Tað skuldi hon helst eisini verið, tá talan er um ein somikið frægan sangara, sum harafturat fær hjálp frá nøkrum av heimsins best umtóktu solistum.
Langt frá liðugur
Samanumtikið má sigast, at Tom Jones við hesari fløgu hevur víst, at hann við fullari ferð stevnir móti einum rimmar 40-ára hátíðarhaldi. Hóast hann eftir hondini er komin nakað upp í árini, tykist hetta ikki darva honum á nakran hátt, og um nakað skal sigast, so er tað helst, at lurtaraskari hansara er størri nú enn fyri 20 árum síðani, við tað at øll, sum eru ímillum fimtan og fimti ára gomul kenna navn og rødd hansara.
Fyri tann tónleikaáhugaða má fløgan sigast at vera eitt »must«. Sum yvirskriftin sigur, so kann ummælið skrivast við einum orðið, »frálíkt«