Frælsi samráðingarrætturin er hóttur

Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag
-----
Landsstýrið hevur kroyst fak­feløgini upp móti ein­­um veggi við real­løn­arniðurskurði og eini eftirlønarlóg, sum bein­leiðis setur túsundtals starvsfólk niður í løn, og um fel­øgini ikki makka rætt, steðga samráðingarnar. Vandi er síðan fyri, at tá fak­feløgini fráboða lóglig stríðs­stig, leggur løgtingið uppí. Tað er ikki gott, og tað er ein beinleiðis mis­skiljing av frælsa sam­ráð­ing­ar­rætt­inum.
Løgtingið hevur heim­ild at blanda seg upp í sam­ráðingarnar, um tað vísir seg, at møgulig stríðsstig ganga ov harligt út yvir ávísar samfelagsbólkar, og vandi stendst um lív ella heilsu hjá einstaka borgaranum ella ávísum samfelagsbólkum. Løgtingið kann eisini blanda seg uppí, um beinleiðis vandi er fyri stórum virðum hjá landinum. Hetta hava vit sæð Løgtingið brúkt í øðrum førum við at broyta galdandi lógir og byggisamtyktir í einari handavending.
Tað er ikki ætlanin við heimildini, at løgtingið fer inn og brúkar vald bara fyri at brúka vald, hinvegin hevur løgtingið skyldu til at brúka sítt vald til tess at forða fyri, at vanlukkur henda, sum hava álvarsligar fylgjur fyri land ella fólk.
Og júst í hesum føri, har strandfaraskipini møguliga verða løgd, er ikki talan um vanda fyri lívi ella heilsu, ella at stór virðir hja landinum fara fyri skeyti. Tað er sjálvandi sera ørkymlandi fyri tey, sum verða rakt av einum verkfalli, líkamikið hvørji tey eru, ella hvar í landinum tey búgva. Hetta er ein partur av tí at lýsa ella fara í verkfall.
Verkfallið, sum varð frá­boðað at byrja í dag kl.17.00, var ikki byrjað, og eing­in kennir tí avleiðing­ar av hesum enn, og bara tí er tað valdsmisnytsla av Løg­tinginum, um tey velja at leggja seg út í tær frælsu sam­ráðingarnar.
Tað kann ikki passa, at um pol­itisku raðfestingar møta mót­støðu frá fakfeløg­unum, so kann landsstýrið bara heita á Løgtingið um at trumfa sítt ígjøgnum.
Eg vil heita á øll fólka­vald um at seta seg væl inn í, hvat avtalan um frælsar sam­ráingar inniheldur, og samstundis at hugsa seg væl um, áðrenn valdið verð­ur brúkt til at forða fyri mótstøðu. Ein arbeiðsósemja er ikki altíð lívshóttandi, tað er eitt stríð um vald og betri viðurskifti á arbeiðs­marknaðinum.
Millum samráðingarnar eru eingi forum/tiltøk, har fakfeløg og arbeiðsgev­arar tosa saman um viðurskiftini á sáttmálaøkinum. Samstarvs­ráð kundu verið ein møgu­leiki at tosa um, hvussu politiskar raðfestingar og lógarbroytingar raka ymisku fakbólkarnar. Í einum tí­lík­um samstarvsráð kundu part­arnir umrøtt viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum ella í politisku skipanini, so tað ikki bert er tann eina mánaðin, meðan samráðingin fer fram, at hesi viðurskifti skulu fylla alt. Tað átti at ført við sær, at landsstýrið kundi lagt sínar samráðingar til rættis á ein slíkan hátt, at atlit verða tikin til øll viðurskifti, sum hava stóran týdning, og sum ikki rúmast innanfyri tann ásetta karmin.
Tá vit tosa um at upp­føra okkum siviliserað, er tað ein ábyrgd, sum liggur hjá øllum pørtum, ikki bara hjá arbeiðstakarunum. Fak­fel­øg­ini hava skyldu til at umboða limir sínar, og tá lógarverk og politiskar raðfestingar raka lønar-og arbeiðsviðurskift­ini á ein negativan hátt, er tað skylda fakfelagsins at gera vart við hetta og at forða fyri, at viðurskiftini versna. Og tað er henda rætt, sum øll politiska skipanin eigur at verja og virða.
So haldið fingrarnr burt­­ur frá okkara samráðingum,og latið partarnar gera sítt arbeiði. Kanska átti lands­stýr­ið, áðrenn tey blanda seg uppí, heldur at hugt at, hvussu samráðingar fara fram, og tann møguleikin er altíð til staðar. Politikarar kunnu vera við til sam­ráð­ingarnar, og tað vóru teir fyrr. Eg skilji ikki, hvussu ein politikari, sama um tað er landspolitikari ella komm­unalpolitikari, kann velja als ikki at vísa seg við samráðingarborðið, utt­an tann dagin skrivast skal undir. Undirskrift­ina kundi eitt embætis­fólk bor­ið millum hæddirnar í fíggjar­mála­ráð­num, men tankar­nar og argum­ent­ini kann ein ikki lata øðrum at umsita.