Í frælsum landi ber til at pástanda tað skeiva

Av 31 grønlendskum tinglimum búgva 23 í Nuuk. Øll øki eru ikki umboðað. Hóast, sum sagt, ikki ber til at sammeta okkum við Grønland, kann nevnast, at teir fara møguliga aftur at broyta valdømisskipanina sambært sjálvsstýrisætlanirnar
Í Dimmalætting og Sosialinum týsdagin seinastu viku rør Jákup Sverri Kass, sjálvstýrismaður aftur á aftur fyri at verja tankan um "Føroyar sum eitt valdømi".
Tað má undra lesaran, at tá bæði honum og Pól á Kletti vórðu settir fáir einfaldir men grundleggjandi spurningar um Føroyar sum eitt valdømi, vil hvørgin teirra svara, men koma við hissini uttanumtosi.
Í samband við at Grønland nú er eitt valdømi, sigur Jákup Sverri Kass í seinastu grein síni: "Eg vil loyva mær at sláa fast, at broytingin hevur verið góð fyri grønlendingar. Grønlendingar hava fingið landspolitikarar, og í grønlendska Landstinginum er ídag umboðan frá øllum landinum".
Einaferð hoyrdi eg mann taka nakað soleiðis til, at: "Tá trúgvin er á rotna brúgv, kunnu bæði trúgvin og brúgvin falla í havið". Hetta hugsaði eg, tá eg las hansara "pástand".

Grønland og Ísland
Lat meg staðfesta at: Í fyrsta lagi er ikki rætt, at umboðan er úr øllum landinum. Fyri tað annað kann sigast, at nøgdsemið av nýggju skipanini er ógvuliga ivasom. Í triðja umfari haldi eg ikki, sum eg nevndi í míni fyrru grein, at Grønland er nøkur fyrimynd. Vit hava einki annað til felags enn fólkatalsgrundarlagið og lutvíst fiskivinnuna.
Í dag búgva 23 tingfólk av 31 í Nuuk. Suðurgrønland hevur onki umboð, Eysturgrønland hevur eitt umboð. Av tí at Hans Enoksen og hetta umboðið eru í sama veingi floksliga, fæst nakað burtur úr.
Sambært uppskotinum um nýggju sjálvstýrisætlanina í Grønlandi, er talan um at gera broytingar í aftur, tí hon virkar ikki nóg væl.
Í Íslandi eru seks valdømi. Reykjavíkarøkið er býtt upp í tvey, meðan hini fýra økini fevna um 10 tinglimir hvørt. Eysturlandið missir longu til komandi val ein tinglim, so har verða bert 9 tinglimir. Men vit skulu minnast til, at helmingurin av íslandsengum býr longu í Reykjavík. ? Íslendingar eru eisini sera ivasamir.
Noregi kundi eisini verið áhugavert at hugt at. Tað fer at bíða hesaferð.
Men sum sagt, "pástandirnir" hjá Jákupi Sverra Kass bera ikki uppi og eru beinleiðis skeivir.

Fyri kommunusamanleggingum
Hvussu hann fær burtur úr míni grein, at eg vil "petta Landssjúkrahúsið sundur", veit eg ikki. Hetta sigur hann bert fyri "at siga okkurt". Eg tók bert dømi um eina eind, sum ikki virkaði.
Tá talan er um kommunusamanleggingar, kann sigast, at flestu kommunustýrislimir í Føroyum eru samdir um samanleggingar ? eisini eg. Her er talan um eina meiri út-bygda umsiting. Hetta hevur einki við "eitt valdømi" at gera. Hesi eru fullkomiliga hvør síni mál.
Tá kommunulógin í 1972 varð broytt, var hon 100 ára gomul. At gera onkrar broytingar og justeringar sum krossað valdømisøki og kommunusamanleggingar er ikki nakar vitskapur. Eingin orsøk er til at taka alla valdømisskipanina upp av nýggjum.

Flestir føroyingar búgva úti um landið
Síðani sigur hann í fyrru greinini, at: "Størri samfelagslig mál, so sum sosial, vinnulívs- og fíggjarmál, langtíðarætlanir o.a. fáa ikki nærum so nógva tíð sum t.d. kajkantar og Strandferðslan. Tað eru lokalpolitikararnir í landspolitikki, sum seta skránna"!
Hetta er ikki rætt. Hinvegin má eisini Jákup Sverri Kass gera sær greitt, at eitt hitt týdningarmesta fyri framkomið og dynamiskt samfelag er júst, at samskiftis- og samferðsluviðurskiftini virka so væl sum gjørligt, tí størsti parturin av Føroya fólki býr úti um landið. ? Samferðsluviðurskiftini kundu virkað betur.
At landspolitikarar ikki skulu vera lokalpolitikarar. Her fari eg at loyva mær at vera so mikið óbeskeðin at siga, at politikarar úti um landið ? heilt náttúrliga - vita helst meiri um høvuðsstaðin og hvat krevst har, enn politikarar í høvuðsstaðnum vita um ? og koma at vita um - hvat krevst úti um landið. Har er, og hevur verið, sjón fyri søgn.
Tá fíggjarlógin er fyri í løgtinginum, verður sanniliga tosað yvirorðnað. Heilt náttúrliga verða eisini nevnd øki ein er valdur í. Nú veit eg ikki, um hann ætlar hetta broytt við "einum valdømi". Hetta er sunt. Ikki bert fyri økið, men gevur eisini okkara lítla landi gylt sum heild. - Hetta gevur dynamikk,

Naivt droymarí
At "Jógvan við Keldu er farin uppá afturbeinini" sum hann sigur í seinnu greinini, er ikki rætt. Eg vildi bara konkretisera partar við at seta honum og Pól á Klettti nakrar einfaldar og grundleggjandi spurningar, sum báðir søgdu, at teir ikki ætlaðu at svara uppá. Tað er teirra val. Men síðani bert at koma við einkisigandi uttanum tosi og enntá skeivum pástandum, kann tykjast løgið og er illa undirbygt.
Pástandir um at Føroyar fara at virka betur við einum valdømi, eru ikki annað enn reint naivt droymarí!